07 Vestur heldur stílin

Tvey av teimum fýra, sum hava møguleika at flyta upp í Formula deildina, hittust seinnapartin í Sørvági.

07 Vestur hevði vitjan av AB, og heimaliðið vann 4-3.

Eina løtu var 07 Vestur frammanfyri 4-1, og so gjørdist tað rættuliga spennandi. Allan Mørkøre minkaði um munin til 4-2, síðani misnýtti Tróndur Sigurðsson brotsspark fyri AB. Brotssparksskjúttin varð síðani rikin av vølli fyri at hevna seg, men hóast teir vóru undirmannaðir, so eydnaðist tað teimum í AB at minka um munin til 4-3. Eisini ta ferðina var Allan Mørkøre málskjútti.

Kring steðgin bendi einki á, at stigini ikki skuldu verða í Vágum. Silva da Braga legði 07 Vestur á odda, og eftir at Tróndur Sigurðsson hevði javnað til 1-1, skoraði heimaliðið tríggjar ferðir. Málskjúttar vóru Jovan Panic, Jens Erik Rasmussen, sum økti til 3-1 í síðsta minutti undan steðginum, og Tór-Ingar Akselsen, sum økti til 4-1 í 51. minutti.

So var tað, at spælandi venjarin hjá AB, Allan Mørkøre skoraði tvær ferðir. Tað rakk til at minka um munin til 4-3, men stigini eru øll eftir í Vágum, nú argjafólk eru á veg aftur til hús.