Tað er longu staðfest, at tað vera Týskland og Svøríki, ið vinna seg í fjórðingsfinalurnar úr innleiðandi bólki C í EM-endaspælinum í fótbólti hjá kvinnum, ið verður leikt í Sveis.
Á St. Jakob Park leikvøllinum í Basel eydnaðist tað Týsklandi at vinna 2-1 á Danmark. Tað var annars sum legði seg á odda í fyrra hálvleiki, men við tveimum málum innanfyri 10 minuttir í seinna hálvleiki eydnaðist Týsklandi at knógva ein sigur.
Seinni um kvøldið bleiv tað staðfest, at Danmark er úti av kappingini. Svøríki vann trivaligan 3-0 sigur á Póllandi á Allmend leikvøllinum í Luzern.
Svøríki og Týskland hava seks stig hvør, meðan Danmark og Pólland hava einki stig.
Týskland-Danmark 2-1 (0-1)
0-1 Amalie Vangsgaard ('26 )
1-1 Sjoeke Nuesken, br ('56 )
2-1 Lea Schueller ('66 )
Pólland-Svøríki 0-3 (0-1)
0-1 Stina Blackstenius (´28 )
0-2 Kosovare Asllani (´52 )
0-3 Lina Hurtig (´77 )
Í morgin verður annað umfar avgreitt í bólki D. Klokkan 17 spæla Ongland og Niðurlond. Klokkan 20 spæla Frakland og Wales. Frakland og Niðurlond hava trý stig hvør, meðan Ongland og Wales einki stig hava. Tí er trýstið stórt á verandi evropameistarunum, Onglandi.