Skráin er klár: Møguligt gullbrak í seinasta umfari

Skráin fyri Betri Deildina 2023 hjá monnum er nú klár. Lagt verður fyri á Dungasandi í Sørvági leygardagin 4. mars, har 07 Vestur fær vitjan av ÍF

Fyrsta vikuskiftið í mars verður sjøtul settur á Betri Deildina 2023 hjá monnum, og síðan verður spælt mest sum uttan íhald til seinast í oktober mánað. Leygardagin 4. mars tekur 07 Vestur ímóti ÍF, og sunnudagin 5. mars eru hinir fýra dystirnir í fyrsta umfari á skránni. KÍ fær vitjan av TB, HB og B68 spæla í Havn, Víkingur og B36 hittast í Norðragøtu, og á Eiði tekur EB/Streymur móti AB.

 

Síðsta umfar áðrenn summarsteðgin er á skránni 1. og 2. juli, og síðan verður lagt fyri aftur hósdagin 27. juli, tá AB og B68 spæla ársins ólavsøkudyst Inni í Vika á Argjum.

 

Landskappingin hjá monnum endar leygardagin 28. oktober, og tá verður spælt soleiðis: KÍ – Víkingur, EB/Streymur – HB, ÍF – B68, AB – B36 og 07 Vestur – TB. Í fjør vann KÍ FM, meðan Víkingur vann Løgmanssteypið. Tí kann talan verða um eitt FM-brak í seinasta umfari.

 

Øll leikskráin sæst við at trýsta H E R

 

Stórsteypadysturin, sum í ár verður millum KÍ og Víking verður á Tórsvølli leygardagin 25. februar.