07 Vestur tók ikki av gyltum møguleika

Fimm minuttir inn í seinna hálvleik fekk AB ein mann útvístan, men 07 Vestur megnaði ikki at taka av gylta møguleikanum og vóru hepnir, at teir ikki taptu tá samanumkom. – Vit eru tvey stig frá málinum, sigur Piotr Krakowski

07 Vestur - AB 1-1 (0-1)

– Tað er betri enn einki, so­leiðis tók venjarin hjá 07 Vestur til aftaná dystin. Hóast 07 Vestur hevði allar fortreytir fyri at leggja trýst á í seinna hálvleiki og fáa øll stigini, so endaðu teir við at verja tað eina stigið.
Piotr Krakowski hevði eitt mál um at røkka níggju stigum, tá níggju umfør vóru spælt. Tað eydnaðist akkurát ikki, men venjarin er við gott mót og rósar AB fyri avrikið á Dungasandi.
– Fleiri lið koma til at missa stig móti AB, sigur Piotr Krakowski, sum ikki vil avskrivað argjamenn, hóast teir bara hava tvey stig nú ein triðingur er spældur.

Jøvn byrjan
Tað vóru nógvur vindur, regn og tvey lið, sum liggja í botn­inum. Umframt tað, so er vøllurin í Sørvági millum teir torføru at spæla fótbólt á. Við tí í huga, so kundi tað illa blíva til annað enn ein rótutur dystur við lítið av fótbólts­spæli.
Hetta sást serliga í fyrra hálvleiki har ongin munur var á liðnum. Hvørki 07 Vestur ella AB megnaðu at koma í góðar støður. Ibrahima Camara royndi at renna seg í góðar støður fyri 07 Vestur, meðan Ahmed Keita royndi at skapa sær pláss í álopinum hjá AB. Hvørki eydnaðist væl í fyrra hálveiki.
Á miðjuni mundi 07 Vestur hava eitt lítið yvirtak við Evrard Blé, Jovan Radinovic-Panic og Eli F. Nielsen. Fyri AB kom tað illa við, at Sorin Anghel ikki bleiv klárur til dystin. Hann fyllur nógv á miðvøllinum.
Tað var ikki fyrr enn móti endanum av fyrra hálvleiki, at liðini komu til møguleikar. Fyrst var 07 Vestur, sum hevði tveir góðar møguleikar, men Símun Rógvi bjargaði.
Í hinum endanum var Beinir Ellefsen feldur í vinstru og AB fekk fríspark. Frí­sparks­innleggið varð stútað útfrá og har stóð Rógvi Poulsen, sum við góð­um skoti sendi bóltin í handara síðunet til 1-0. Júst sum 07 Vestur hevði sína bestu løtu skoraði AB.
Fyrri hálvleikur var ann­ars einki at reypa av.

Reytt kort og dreymamál
Seinni hálvleikur var bara seks minuttir gamal, tá Tór-Ingar Akselsen setti ferð í høgru síðu. Fyrst royndi Rógvi Poulsen at steðga hon­um. Tað miseydnaðist og so gjørdi Jobin Drangastein tað sama. Jobin fekk longu í fimta minuttir gult kort og Dagfinn Forná hevði einki annað val enn at geva argja­manninum seinna gula kortið.
07 Vestur setur spælið í gongd og tað endar við, at Gunnleif Olsen, vinstri bakk­urin hjá 07 Vestur, meddar til bóltin uttan fyri brots­teigin. Bólturin endar upp í málhorninum uttan møguleika hjá Símun Rógva at gera nakað sum helst. Eitt vakurt og gott mál, sum kundi verið upp aftur flottari um málini í Sørvági vóru flott­ari sett upp.
Nú mundu tey flestu rokna við, at hetta var endin hjá AB. Enn eina ferð hevur AB mist í góðari støðu og nú vóru vágamenn ein mann í yvirtal. Men eins og fríggja­kvøldið í Gøtu, tá KÍ vaknaði eftir at fáa ein mann útvístan, so kom lív í AB.
Teir hava fleiri ungar og orkuríkar spælarar á liðnum. Við hvassa lotinum og regn­inum í rygginum trýsti AB vert­ir­nar aftur í egnan brots­teig. Ahmed Keita varð tikin út og inn kom Bjartur Kjærbo.
Jovan, Eli og Ble mistu takið á miðvøllinum og fingu alt ov sjáldan spælt tríggj­ar teir fremstu, Holgar, Tór-Ingar og Camara í góðar støður. Serliga Morten Over­gaard í verjuni hjá AB var grammur og fangaði flestu bóltarnar, sum vóru sendir fram til Ibrahima Camara.
Sámal Erik Hentze, venjari hjá AB, sendi eisini miðverjan, Leivur Holm Joensen, inn í álopið at órógva 07 Vestur verjuna.
07 Vestur hevði ringt við at rudda vekk í mótvindinum og AB kundi, um teir vóru neyvari og gløggari í álops­spælinum, havt hótt málið hjá 07 Vestur enn meir. Tað bleiv ikki til meir enn nøkur inn­legg, eitt gott skot og nakrar spentar støður.
Høga trýstið hjá AB gav 07 Vestur nakrar góðar møgu­leikar móti endanum. Besta møguleikan fekk Ibrahima Camara, tá innskifti Jákup S. Olsen fór tuskai avstað í høgru. Hann legði bóltin í pann­una á Camara, sum hevði runnið seg leysan, men stút­arin fór fram við mál­inum.
Alt í alt mundi ein javn­leikur vera á einari leið, tá hugsað verður um mál­møgu­leikar og spælbýti, men verður hugsað um, at AB spældi við tíggju monn­um næstan allan seinna hálv­leiki, so kom AB betri frá dyst­inum.

Tey stig frá málinum
Piotr Krakowski, venjari hjá 07 Vestur, var ikki nøgdur eftir dystin, men var nú fegin um at fáa eitt stig hóast alt.
– Tað er betri enn einki. Tað eru nógvir dystir eftir enn og hetta kann framvegis verða stigið, sum bjargar okk­um, sigur venjarin hjá 07 Vestur.
Piotr er ikki nøgdur við avrikið í seinna hálvleiki, men vísur á, at argjamenn vóru raskir við tíggju monnum.
– Teir stressa okkum í dag. Teir spæla fyri sínum møguleika og kempa. Eg vænti at fleiri lið koma at missa stig móti AB í hesum kapp­ingar­árinum. Teir tapa ikki stórt, sum onnur lið hava gjørt, ið hava verið í somu støðu og teir royna at spæla fótbólt, sigur Piotr Krakowski um AB.
Sjálvur hevði Piotr ein mál um at røkka níggju stigum eftir níggju umfør. Teir hava nú fingið sjey stig.
– Vit er tvey stig frá mál­inum, sum vit settu okkum, staðfestur Piotr Krakowski at enda.
07 Vestur er framvegis væl við í kappingini um at yvirliva í bestu deildini, men teir munnu iðra seg um at teir ikki fingu lagt AB undir størri trýst í seinna hálvleiki og harvið møguleiga rokkið mál­inum um tey níggju stigini.
Fyri AB er eitt stig nyttu­leyst. Teir høvdu brúk fyri øllum trimum, men avrikið í seinna hálvleiki við tíggju monnum var gott, men sum so oftani í ár, so rakk tað ikki til ein sigur.