Sonni er givin í Trongisvági

TB venjarin hevur ynskt at blíva loystur úr starvi sum høvuðsvenjari hjá TB

TB skrivar í kvøld, at felagið skal hava nýggjan venjara, tí Sonni Óli Djurhuus er givin í felagnum.

 

TB skrivar soleiðis:

 

Sonni er í øðrum fulltíðarstarvi, og hann metir, at starvið sum høvuðsvenjari í Betri Deidini hjá monnum er eitt fulltíðarstarv. Tí metir hann, at tann tíðin, hann hevur havt saman við leikarunum, hevur ikki verið nøktandi til tað, sum krevst av einum høvuðsvenjara. Hann metir tí, at tað er best, at hann tekur seg aftur, so at annar venjari verður settur í starvið, ið hevur meira tíð saman við leikarunum.

 

Felagið hevur tikið tað til eftirtektar og vilja okur takka Sonna fyri at hann trakkaði til tá okur heittu á hann, og fyri tað arbeiði, sum hann hevur gjørt fyri felagið.

 

Arbeiðið at finna nýggjan høvuðsvenjara til felagið er byrjað, skrivar TB í kvøld..