1,4 mió sóu Kristel í X-Factor

Í gjárkvøldið valdu 1,4 milliónir danir at hyggja eftir X-Factor á DR1.

Hóast tað vóru 260.000 færri hyggjarar í gjárkvøldið samanborið við hyggjartalið á fyrstu sendingini í fjør, er undirhaldsstjórin í DR, Jan Lagermand Lundme, væl nøgdur við fyrstu sendingina:



- Hetta var ein framúr góð byrjan, og vísir, at vit framvegis kunnu savna danir frammanfyri sjónvarpsskíggjan at hyggja eftir X Factor, sigur hann. Hann er serliga fegin um stóra hyggjaratalið, tí sunnukvøldið kappaðist DR í stóran mun við TV2, sum sendu eina aðra tónleikakapping, “The Voice” í sama tíðarbili, sum DR vísti X-Factor: 



- Hyggjaratølini vísa, at fólk elska X-Factor, og tað er sjálvsagt gleðiligt, men kvøldið í gjár vísti eisini, at pláss er fyri tveimum sangkappingum á donsku sjánvarpsrásunum, sigur Jan Lagermand Lundme.