– Eg fekk hjartastopp. Uttan nakra ávaring. Eg fór upp á talarastólin, har eg skuldi halda fyrilestur um abba annan hvítusunnumorgun klokkan 11. Eg føldi meg væl. Eg hugsaði ikki um nakað, fór bara upp, men so bleiv eg brádliga svimmul, og so var eg vekk.
Sleiðis greiðir Jógvan á Lakjuni, fyrrverandi løgtingsformaður, frá í samrøðu við Sosialin um dramatisku hendingina á samfelagsstevnu í Badmintonhøllini í Klaksvík annan hvítusunnudag.
Jógvan á Lakjuni var biðin um at greiða frá um abba sín, Victor Danielsen, og at lýsa lív, tænastu og virki hansara. Hátíðarhildið varð eisini at ein heil øld er runnin síðani fyrstu samfelagsmøtini hjá brøðrasamkomunum.
Men fyrilesturin fekk ein bráðan enda, tá Jógvan á Lakju small við hjartasteðgi. Tíbetur vóru fólk til staðar, sum dugdu fyrstuhjálp.
Lesið samrøðuna við Jógvan á Lakjuni, har greitt verður frá, hvussu hann varð bjargaður, fingin á sjúkrahús og sendur til Danmarkar, har hann fekk innopereraðan ein hjartastartara.
Sosialurin fæst í leysasølu kring landið í morgin, fríggjadagin – og haldarar kunnu longu nú lesa Sosialin á sos.fo