Bárður Nielsen, formaður Sambandsfloksins, segði, at hann fegnaðist, tá ið hann hoyrdi, at rakstruin bert hækkaði við 1,8 prosentum.
Men hann bleiv skuffaður. Hann segði, at veruligi vøksturin í rakstrinum er 2,7 prosent, sum fíggjarmálaráðið eisini hevur skrivað.
-Hetta er ov nógv, segði hann.
Hann vísti á, at í fleiri førum eru brot gjørd á játtanarlógina, millum annað tí lógirnar ikki fylgja við tí, sum verður sett á fíggjarlógina.
Hann helt tað vera løgið, at fleiri av landsstýrisfólkunum, tá ið ttey sótu í andstøðu, kærdu távernadi landsstýrismannin við fíggjarmálum fyri brot á játtanrlógina.
-Eg fari at gera alt hvat eg kann í fíggjarlnevndini fyri at vit fáa ein haldføran búskap, segði Bárður á Steig Nielsen.