SF: Úr kjallara til stóru pallarnar

Hittbólkur úr Klaksvík lovar herliga framførslu á Summar Festivalinum

Klaksvíksbólkurin Grandma's Basement hevur við fangandi sangum, nógvari orku og góðum sambandi við festivalgestirnar sum fáir bólkar megnað at fingið áhoyrarafjøldina at liva og syngja við.

 

Grandma’s Basement byrjaði sum ein kjallarabólkur, og í 2010 teir fóru at spæla inn og geva út, vunnu Planet Awards, hittaðu við fleiri sangum og hava síðani havt herligar framførslur – eisini á Summar Festivalinum, har teir hava framført fleiri ferðir.

 

– Nú eru seks ár liðin, síðani Grandma’s Basement seinast spældi á Summar Festvalinum, og tí er tíðin komin, at teir aftur vera við á landsins størsta tónleikatiltaki. Tað verður ein heilt serlig og serliga festlig løta, siga fyriskipararnir,

 

Summar Festivalurin verður hildin í døgunum frá 7. til 9. august. Grandma's Basement spælir í Tjaldinum fríggjakvøld kl. 02:15.

 

Her kanst tú lesa serligt blað um Summar Festivalin.