Eldur í sethúsum í Hornabø

Løgreglan heitir á fólk og bilførarar um at halda seg burtur, so tey ikki tarna átaksarbeiðnum á staðnum

Fyri løtu síðan fekk løgreglan eina fráboðan um, at eldur er í einum sethúsum í J. C. Svabosgøtu í Havn - ella í Hornabø, sum siga um hesar leiðir.

 

- Vit eru á staðnum, og tað er sløkkiliðið og sjúkrabilur eisini. Vit heita á fólk og bilførarar um at halda seg burtur, so átaksarbeiðið ikki verður tarnað.

 

Vaktleiðarin hevði ikki meira at siga um eldin beint nú, men at talan er um eini sethús á leiðini við Kiosk Activ - ella yvir av Hornahúsunum.

 

Meira verður at frætta seinni.

 

Lesið eisini - 

 

Løgreglan heldur at øll sluppu út úr húsunumhttps://www.in.fo/news-detail/loegreglan-heldur-at-oell-sluppu-ur-husunum

 

##med2##

 

##med3##

 

Myndin er tikin á Nesi í kvøld