Russland skal noyast til frið við valdi

Russland kann bert noyðast at gera frið við valdi, skrivar ukrainski forsetin, Volodymyr Zelensky

Ukrainski forsetin Volodymyr Zelenskyj, og týski kanslarin, Friedrich Merz. Mynd: Ralf Hirschberger/AFP/Ritzau Scanpix

Tað ger hann í einum uppslagi á X undan fundinum við amerikanska forsetan, Donald Trump í dag.

– Tað megina hevur Trump forseti. Vit mugu gera alt rætt fyri at fáa frið at henda, skrivar Zelensky.

Trump skrivar á sínum egna sosiala miðli, Truth Social, at tað er "ein stórur dagur í Hvítu Húsunum".

– Vit hava ongantíð havt so nógvar evropeiskar leiðarar her í senn. Ein stórur heiður fyri Amerika!!!

##med2##

 

Ukrainski forsetin Volodymyr Zelenskyj, og týski kanslarin, Friedrich Merz. Mynd: Ralf Hirschberger/AFP/Ritzau Scanpix