- Hetta fer at taka í minsta lagi ein tíma aftrat

Í løtuni fæst ikki ein heildarmynd av eldinum í Hornabø í kvøld, og løgreglan heitir framvegis á fólk um at virða sperringarnar

Sambært vaktleiðaranum á løgreglustøðini hava sløkkiliðsfólkini eftir øllum at døma fingið tamarhald á eldinum í sethúsunum í Hornabø í kvøld.

 

- Men, enn fer hetta at taka í minsta lagi ein tíma aftrat, áðrenn vit kunnu siga, at eldurin ikki kyknar aftur.

 

Tí heitir løgreglan framvegis á gongufólk og bilar um at virða sperringarnar á vegnum.

 

Vaktleiðarin sigur, at um átrokandi er at sleppa eftir vegnum, har sperringarnar eru, skulu fólk venda sær til tey, sum eru á staðnum.

 

- Vit kunnu ikki siga í løtuni, at eldurin púrasta er sløktur, tó at tamarhald er á støðuni, tí tað vísir seg, at eldurin hevur havt hug at kykna aftur.

 

Løgreglan vísir á, at tað helst fer at taka í minsta lagi ein tíma aftrat, áðrenn átakið í Hornabø er liðugt.

 

- Enn kunnu vit einki siga um hendingina annars, men at síggja til hava sethúsini fingið stóra skaða, sigur vaktleiðarin í kvøld.