Teitur & Girls in Airports 'Kvæði’ konsertir í september

“Spennandi. Brýtur upp úr nýggjum. Bjóðar av.” Soleiðis ljóðar rómurin um forkunnugu 'Kvæði' plátuna, sum Teitur og danski indie-jazz bólkurin Girls in Airports góvu út í november í fjør - og sum teir nú koma til Føroyar at framføra fyri fyrstu ferð

Tíðindaskriv:

 

Á plátuni hava Teitur og Girls in Airports endurtulkað føroyskan fólkatónleik; rím, skjaldur og kvæði, og borið hann fram í einum jazzutum, elektroniskum og indie-kendum hami.

 

Samstarvið varð skotið í gongd í 2022, tá Teitur og Girls in Airports settu sær fyri at gera nýggjan tónleik og spæla konsertir saman. Hetta útviklaði seg skjótt til plátuna 'Kvæði'.

Hugsanin handan verkætlanina er at seta føroyska sangarvin í nýtt ljós og bjóða dagsins ættarliði atgongd til hann uppá aðrar mátar, enn vit fyrr hava upplivað. 

Gaffa.dk gevur plátuni sera góð skoðbrá og sigur m.a við 5 av 6 stjørnum:

 

##med2##

“... úrslitið er imponerandi. Tónleikurin er sera óvanligur. Vigar meistaraliga millum melodiska sangarvin, fjølbroyttan vokaljazz, nútímans elektro-akustiskan tónleik og tað meira óskilgreinaða indie-elementið, sum bæði Teitur og Girls in Airports meistra. (...)

Teitur og Girls in Airports duga at endurnýggja tey gomlu løgini og leiða tey á aðrar, spennandi kósir, sum – eftir mínari meining – letur heimsins hurðar upp aftur. Fløgan er spennandi. Brýtur upp úr nýggjum. Bjóðar av.”

 

##med3##

##med4##

Fleiri konsertir hava higartil verið í Danmark og vera afturat í summar. Í september gongur leiðin til Føroyar:

 

Tórshavn, frí 12. sep kl 19.30 í Auluni í Finsen

Miðvágur, ley 13. sep kl 19.30 í Listastovuni

 

##med5##

##med6##

Atgongumerki á 295 kr á kunnu keypast á atgongumerki.fo:

https://www.atgongumerki.fo/3321580/teitur-girls-in-airports-kvaedi-konsert

 

Girls in Airports eru Martin Stender á saxofon, Mathias Holm á tangentar, Victor Dybbroe á slagverk og Oliver Laumann á trummur.

 

##med7##

##med8##