Vit hoyra um manglandi gjøgnumtrekk sum orsøk fyri alla vætuna í Sandoyartunlinum, men eftirhondini trúgvi eg, at frægasti trekkurin er millum oyruni á Teiti!
Á myndunum niðanfyri síggja vit linjuføringina á øllum fýra undirsjóvartunlunum, vit hava í Føroyum.
Um orsøkin er, at tunnilsmunnarnir venda sama veg - hvussu er so skilið í Norðoyatunlinum? Har er tunnilin skapaður sum eitt “U” So, har man ikki vera koyrandi, vænti eg.
Men, tað er tað kortini, tí her koyra vifturnar! Tað man vera sjáldan, at eg havi koyrt gjøgnum Norðoyatunnilin, og vifturnar hava verið sløktar!
Hyggja vit eftir Eysturoyartunlinum, so gongur hann upp í ein “krók” streymoyarmegin, so har burdi eisini verið heilt galið við hesum trekkinum! Síðst, eg koyrdi har, var hesin tunnil turrur, og har var gott sýni!
Reint faktiskt er tað bara Vágatunnilin, sum “vendur rætt”, um tað er hesin vælsignaði trekkurin, sum ger allan munin.
Tað er faktiskt “nyduligt” at koyra ígjøgnum Vágatunniin hvørja ferð, eins og tað er í øllum øðrum tunlum uttan Sandoyartunlinum.
So tit, sum bestemma fyri tunlunum, tendrið vifturnar í Sandoyartunlinum, so fáa vit at síggja, um tað ikki hjálpir.
Um tað kostar at hava hesar viftur koyrandi, so kunnu tit taka tað av meirinntøkuni, sum hevur verið, síðan Sandoyartunnilin læt upp!
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##