Erhard Joensen: - Eg havi ikki tikið støðu

- Eg hugsi um russiska álopskríggið í Ukraina hvønn dag, sigur Erhard Joensen, løgtingsmaður, sum ikki hevur tikið støðu til, um tvey russisk reiðarí skulu boykottast

 

Álvur Haraldsen tók myndina

Erhard Joensen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, sigur, at hann hevur ikki tikið støðu til uppskotið hjá Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í uttanríkismálum, um at svartalista tvey russisk reiðarí.

 

Talan er um reiðaríini, Murman SeaFood og Norebo JSC, sum hava fiskiloyvi í føroyskum sjógvi, og sum eru millum tey reiðarí, sum í ES eru undir illgruna fyri hybridatgerðir.

 

Tískil koma hesi reiðarí undir strong avmarkandi tiltøk, sum tað verður rópt.

 

- Nei, eg havi ikki tikið støðu til uppskotið um at boykotta hesi bæði feløgini, men eg fari at taka hetta mál í teirri raðfylgju, sum tað kemur.

 

Tá vit spyrja Erhard Joensen, hví hann ikki hevur tikið støðu til málið, sigur hann, at tað hevur hann bara ikki.

 

Spurdur, um hann hugsar um russiska álopskríggið í Ukraina, er hann skjótur at svara, at tað ger hann hvønn dag.

 

- Vit í Sambandsflokkinum hava ikki umrøtt hetta mál saman, og eg veit ikki, hvørja støðu fólk í okkara flokki fara at taka - ei heldur, hvør mín støða verður, sigur Erhard Joensen, løgtingsmaður.

 

 

 

 

Álvur Haraldsen tók myndina