07 Vestur er favorittur hjá veddingarfyritøkunum

Her eru oddsini upp á dystin 07 Vestur-TB

Savnsmynd frá 2024

Eitt satt botnbrak verður leikt í Betrideildini hjá monnum á Dungasandi í Sørvági seinnapartin klokkan 17.

 

07 Vestur, ið er aftast í deildini við sjey stigum tekur ímóti TB, ið er næstaftast við 11 stigum.

 

16. mai vann 07 Vestur 5-0 á TB á Dungasandi. TB vann 17. apríl 2-1 á 07 Vestur við Stórá í Trongisvági.

 

07 Vestur hevur favorittstøðuna hjá altjóða veddingarfyritøkum, ið lata odds upp á dystin.

 

Oddsini upp á heimasigur til 07 Vestur liggja millum 1,60 og 1,80.

 

Oddsini upp á javnleik liggja millum 3,75 og 4,43.

 

Oddsini upp á útisigur til TB liggja millum 3,30 og 4,50.

 

HER eru oddsini:

 

##med2##

 

##med3##

 

Savnsmynd frá 2024