Andrass hevur longt við Fremad Amager

Fremad Amager leikti í kvøld málleysan javnleik

Mynd: Fremad Amager

Fremad Amager, ið spælir í triðbestu donsku fótbóltsdeildini boðaði í dag frá, at tey hava longt sáttmálan við 23 ára gamla, Andrass Johansen til kappingarlok á sumri í 2026.

 

Við heimasíðu felagsins sigur Andrass: - Fremad Amager er eitt gott stað fyri meg, har eg kann halda fram við mínari menning. Og eg gleði meg til at spæla nógv, og vónandi kann eg skjóta og leggja upp til fleiri mál hetta kappingarárið. 

 

Andrass var í kvøld við frá dystarbyrjan, tá Fremad Amager á útivølli leikti javnleik 0-0 móti Skive. 

 

Fremad Amager er triðaftast í deildini við bert tveimum stigum fyri fýra dystir. 

 

Hørður H. Askham slapp ikki upp í part, tá lið hansara, Roskilde FC á heimavølli vann 2-0 (1-0) á Vendsyssel FF.

 

Roskilde er fremst í deildini við níggju stigum. Vendsyssel hevur sama stigatal, men verri málúrtøku. Bæði liðini hava leikt fýra dystir.

 

Komandi fríggjakvøld klokkan 18 tekur Fremad Amager móti Roskilde á heimavølli. Og so mugu vit vóna, at bæði Andrass og Hørður vera at síggja á vøllinum.  

 

##med2##

 

Mynd: Fremad Amager

Mynd: Fremad Amager