Løgreglan fekk í gjar fráboðan um, at ein maður hevði stolið vørur fyri nakrar túsund krónur í einum elektronikkhandli í Havn.
Trupulleikin fyri tjóvin er, at handilin er væl útgjørdur við vakmyndatólum, sum týðuliga vísa hvør maðurin er, og hvat maðurin ger.
Hann var tí skjótt handtikin.
Annars hevur seinasta samdøgrið verið friðarligt hjá løgregluni. Tey vóru eftir einum fullum persóni, sum rópti har í býnum og var ósamdur við fólk, og so vóru tvey smærri ferðsluóhapp, har tað hvørki var persónsskaði ella nevniverdur materiellur skaði.