Norðurlandahúsið leitar eftir konum í skiftisárunum

Hitatúrar, at vera gloymsk, liðapína, vánaligur svøvnur og at missa hárið. Kennir tú hetta aftur? So ert tú kanska millum tær, ið Norðurlandahúsið leitar eftir

When the Bleeding Stops. Myndatakari: Tale Hendnes

Tíðindaskriv:

 

Í heyst verður Norðurlandahúsið karmur um nýggja leiklistafestivalin - VERK – Nordic Stage Days, sum savnar listafólk og áskoðarar úr øllum Norðurlondum. Á skránni verður eitt nú dansisýningin When the Bleeding Stops, sum er um at vera kona í skiftisárunum.

Sýningin, sum íslendski koreografurin, Lovísa Ósk Gunnarsdóttir, stendur fyri, fer inn á, hvussu tað er at vera kona, at eldast og at bróta tøgnina, sum er um skiftisárini.

Í hesum sambandi leitar Norðurlandahúsið eftir føroyskum konum í aldrinum 45-65 ár, ið eru í skiftisárunum, og sum høvdu havt hug at verið við í sýningini. Ikki er neyðugt við nøkrum royndum í dansi, men tú skalt tíma at standa á palli og røra teg.

Festivalurin VERK – Nordic Stage Days verður í døgunum 2.–4. oktober í Norðurlandahúsinum.

Evsta freist at melda seg til sum luttakara í When the Bleeding Stops er 22. august. Áhugaðar kunnu melda seg til og lesa meira her: www.nlh.fo/fo/tidindi/tidindi-ur-nordurlandahusinum/kundi-tu-hugsad-taer-at-verid-vid-at-sett-sjoneykuna-a-skiftisarini.

 

When the Bleeding Stops. Myndatakari: Tale Hendnes