Katrín Jakobsdóttir vitjar í Føroyum

Norrøna felagið fær forkunnuga og áhugaverda vitjan úr Íslandi

Norrøna felagið skrivar, at tað verður ein stórfingin, áhugaverd, forvitnislig og skemtilig vitjan úr Íslandi 13. september. Katrín Jakobsdóttir, fyrrverandi forsætisráðharri og mentamálaráðharri í Íslandi vitjar Norrøna felagið saman við formanninum í islendska Norrøna felagnum og ADHD felagnum Hrannar Arnarsson og Jógvani Hansen, skemtara og tónleikara, eisini kendur sum ”føroyingurin í Reykjavík”.

 

Í gaman og álvara koma tey trý at greiða frá og undirhalda um Ísland og íslendingin, sum hann er og hevur tað í dag. Kunnað verður um avbjóðingar tey ungu og eldri hava í íslendska vælferðarsamfelagnum. Vit koma at hoyra um íslendska mentan og list og um politikk og búskap. Og ikki minst um hvørjar væntanir íslendska fólkið hevur til sína framtíð.

 

Tiltakið verður i Skálanum í Norðurlandahúsinum leygardagin 13. september 2025 kl. 14:00 til umleið 17:00.

 

Limir í Norrøna felagnum gjalda 100 krónur, og tey sum ikki eru limir gjalda 220 krónur.