Kyndil er við í sterkari kapping í Norðumakedonia

Í hesum døgum er ein sera sterk kapping við liðum, sum eru von at luttaka í Champions League og Evropa league. Í ár er Kyndil við í kappingini, sum altíð hevur 8 luttakandi lið.

Nevnast kann, at Vardar 1961 vann Champions League í 2017 og í 2019. Í fjør leikti Eurofarm Pelister í Champions league bólkaspælinum.

Hetta eru bólkarnir til kappingina, sum hevur heitið “Krste Andonovski International Tournament”:

Bólkur A: Kyndil (Føroyar), GRK Ohrid (Norðurmakedonia), Partizan (Serbia) og Nexe (Kroatia)

Bólkur B: Vardar 1961 (Norðurmakedonia), Eurofarm Pelister (Norðumakedonia), Dinamo Pancevo (Serbia) og Trimo Trebjne (Slovenia).

Innleiðandi bólkaspæl er frá 19.-22. august, og so er plaseringsdystir leygardagin 23. august.

Fyrsti dystur hjá Kyndli var 19. august ímóti vertunum GRK Ohrid. Kyndil spæla sín triðja og seinasta dyst í bólkaspælinum í morgin, hósdag 21. august klokkan 15.30 føroyska tíð. Dysturin verður móti serbiska stórfelagnum Partizan.

Dysturin verður stroymdur á www.skilung.fo, haðani dysturin kann síggjast ókeypis.

Arbeitt verður við at gera hetta til ein endurtakandi møguleika fyri tvey útvald lið í norðurlondum hvørt ár, og har ímillum eitt føroyskt lið. Dánial Pauli Davidsen og Skil UNG, sum er ein komandi pallur viðvíkjandi bráfeingisuppgávum, hava lagt lunnar undir, at eitt føroyskt lið fær møguleika at luttaka komandi árini.