Tjørnin í Gundadali – ein lítil oasa í býnum

Tað er ikki á hvørjum ári, at náttúra verður endurgjørd. Tíansheldur ein lítil tjørn.

Røða hildin við Tjørnina í Gundadali:

 

Góðu tjarnarvinir, havnarfólk og náttúruvinir

 

Tí ynskja vit havnarfólkum, og tykkum, sum hava virkað fyri at endurskapa hesa navnleysu tjørnina, hjartaliga tillukku.

 

Samstundis takka vit tykkum eldsálum, serliga Árna Helmsdal, sum av álvara varpaði ljós á hesa burturveittu tjørnina. 

 

Hann vísti á virðini, tjørnin hevði fyri tykkum, sum búðu á hesum leiðum. Tit, sum spældu her - við bátum og skipum, á flakum, og sum royndu seg á skoytum, tá ísur legði seg á tjørnina.

 

 

 

Náttúruáhugin vekist í barnaárunum

 

Havi lisið greinir og hugleiðingar, Árni hevur skrivað um hesa tjørnina á almannamiðlum. Hugleiðingarnar vísa, hvussu nógv barnaupplivingarnar og barnaminnini hava at týða. Og hugleiðingarnar geva okkum ábendingar um, at tað er í barnaárunum, at áhugin fyri náttúruvirðunum og umhvørvinum verður lagdur.

 

Havi ásannað tað sama í samband við tað stóra inntrivið, sum skal gerast við Sandá. Nógv av teimum, sum verja fríøkið við Sandá, hava svomið, spælt, siglt, fiskað síl ella gingið túrar fram við ánni sum børn ella hálvvaksin.

 

##med2##

 

Náttúran er ikki endaleys

 

Tað kann tykjast lítisvert at endursskapa eina tjørn, men í einum størri perspektivi kann hetta vera eitt stig til at endurskapa aðra náttúru her á landi.

 

Kring alt Evropa endursskap lond náttúru.

 

Evropeiska Samveldið samtykti í fjør eina stóra ætlan at varðveita vátlendi - tí tey binda CO - og annars at endurskapa náttúru. - Náttúru, sum er farin fyri skeyti, ofta av ósketni, tí fyrilitarleysar útbyggingar hava beint fyri henni.

 

Samstundis, sum hetta verður gjørt suðuri í Evropu, halda vit fram at fara við okkara náttúru, sum um hon var endaleys. Tað er hon bara ikki. Vit kunnu ikki halda fram at oyðsla við lendi, men miða eftir at finna aðrar loysnir, og eisini byggja uppeftir.

 

##med3##

 

Náttúran vigar ov lítið í ætlanum

 

Ein hugburðsbroyting hómast, men náttúran og umhvørvi viga alt ov lítið, tá vit byggja út. Bæði við atliti at vøkstri, fuglalívi, fagurleika ella um eitt virðismikið vátlendi er í økinum.

 

Vit umhugsa og umrøða heldur ikki ætlanir nóg væl. Vit meta ikki, um ein onnur staðseting kann finnast, sum ikki oyðileggur stór náttúruvirði.

 

Eitt feskt dømi um hetta er eitt av uppskotunum um leiðina fyri ætlaða Suðuroyartunnilin. Eftir tí eina uppskotinum er vegaleiðin løgd fram við einum stórum vatni í sjáldsamari, ríkari og vakrari náttúru, og síðani gjøgnum vátlendi. Um vit taka alt hetta økið við, er talan um økið við størsta fuglamargfeldinum í landinum. Er henda staðsetingin tann rætta, tá aðrar leiðir ikki skala náttúruna so nógv? Nei.

 

Eitt nýtt fyribrigdi í náttúruni, sum elvir til orðaskifti, eru vindmyllur. -Hvar staðfesta vit vindmyllur, so tær eru til minst ampa fyri náttúruna og lívið í náttúruni?

 

##med4##

 

Lendisætlan má gerast

 

Fyri at sleppa undan øllum hesum ivamálum er neyðugt, at vit gera eina neyva lendisætlan fyri landið. Eina ætlan, sum ásetir, hvar og hvussu vit byggja út og staðseta tað ymiska virksemið.

 

Tað eru um 45 ár síðani, at fólk fóru at tosa um at vit mugu hava eina lendisætlan. Tað var í kjalarvørrinum frá teimum stóru vatnorkuætlanunum, sum SEV hevði fyri Eiðisvatn, Fjallavatn, Víkarvatn og fyri økið Norðuri í Dølum.

 

Men enn er sjøtul ikki settur á at gera eina lendisætlan!

 

Ein slík lendisætlan tekur drúgva tíð at gera. Tí mæli eg til, at Tórshavnar Kommuna ger eina lokala lendisætlan fyri høvuðsstaðarøkið um, hvussu og hvar vit byggja út. Hvar leggja vit vegir, býlingar, vinnuøki, dálkandi ídnað osfr.

 

Vit hava eina býarætlan og byggisamtyktir, men vit síggja, at hesar kunnu tambast og broytast, tá onkur rópar hart, og politikkarar hokna í knøunum.

 

##med5##

 

Álit á nýggjan náttúrupolitikk

 

Í vár skipaði skipaði Náttúru- og umhvørvisnevndin í Tórshavnar kommunu fyri einum hugskotsfundi til ein nýggjan náttúru- og umhvørvispolitikk. Eisini kundu fólk senda kommununi uppskot. Tiltakið at fáa fólkið í høvuðsstaðnum við í hesa ætlan var frálíkt!

 

Vónandi fer ein nýggjur náttúru- og umhvørvispolitikkur

 

-at forða fyri, at ein tjørn, sum hendan, verður veitt burtur.

 

-at bera so í bandi, at lendið fram við teimum stóru áunum fær loyvi at liggja í friði, og

 

-at fjøran verður vird,

 

-og at virðismikil náttúra ikki fer fyri skeyti av gáloysni og tilvildarligum útbyggingum.

 

 

 

Vit hava enn eina fjølbroytta náttúru kring Havnina. Hugsi um Havnardal,  Hoydalar, Sandagerð, yviri við Strond og Ternurygg. Í Hoydølum er ein friðingarlina og ein frílendisætlan er gjørd fyri dalin. Men tað sama er ikki galdandi fyri Havnardal. Hann má eisini friðast, og tann ætlaði landsvegurin eigur ikki at fáa loyvi at klúgva dalin.

 

 

 

Nú nevndi eg dalarnar, sum lutvíst liggja uttan fyri bygt øki, men flyta vit okkum inn í býin, so er tað lívsjáttandi við slíkum grønum frílendi - oasum - sum hesi tjørnini, Hoyvíkstjørn, hyljum og byrgingum í Hoyvík og í Marknagili. Vónandi verða hesar oasurnar fleiri - til frama fyri børn, fólk og fugl.

 

Tillukku og takk fyri.

 

 

 

Jóhann Mortensen

 

 

 

 

 

 

 

Jóhann Mortensen, journalistur og náttúruáhugaður, helt røðu við hátíðarhaldið við tjørnina