Hamas heldur, at ætlaninar hjá ísraelska herinum at hertaka Gazabý vísa, at Ísrael ignorerar royndirnar at fáa í lag eina vápnahvíldaravtalu og avtalu um leyslating av gíslunum.
"Dagsins kunngering hjá terroristiska hersetingarvaldinum um byrjanina til eitt átak móti Gazabýi og tess næstan einari millión íbúgvum og flýddu fólkum er ein ignorering av teimum átøkum, sum meklarar hava gjørt..."
Soleiðis sigur Hamas í sínari útsøgn um ísraelska átakið, sum nú er í gongd í Gazabýi, og tað er AFP-tíðindastovan, sum í kvøld endurgevur Hamas-felagsskapin.