Tróndur og Ísak taptu í fyrsta kappingardystinum

HF Karlskrona og Sävehof spældu fyrstu dystirnar í bólkaspælinum í svensku steypakappingini

Mynd: HF Karlskrona

Sum ein góð upptakt til kappingarnar í teimum ovastu svensku hondbóltsdeildunum, so spæla liðini í einum innleiðandi bólkaspæli í svensku steypakappingini.

 

Í kvøld spældi Tróndur Mikkelsen sín fyrsta kappingardyst fyri HF Karlskrona.  

 

Tróndur skoraði fýra mál og var triðbesti málskjúttin, tá Karlskrona á heimavølli tapti 28-29 fyri gamla liðnum hjá Pæturi Mikkjalssyni, AMO. AMO skoraði sigursmálið beint áðrenn hallarlúðurin ýldi á seinasta sinni. AMO var á odda 13-11 í steðginum 

 

Hini bæði liðini í innleiðandi bólki 4 eru Linköping og Drott. Fríggjakvøldið klokkan 18 spælir Karlskrona dyst á útivølli móti Drott.

 

Ísak Vedelsbøl, ið nú er einsamallur føroyingur í Sävehof skoraði tvey mál, tá hann og liðfelagarnir í málríkum dysti á útivølli taptu 37-39 móti Tyresö.

 

Tað gekk av skriðuni hjá Sävehof í fyrra hálvleiki, og í steðginum var Tyresö á odda 22-13. Tað gekk munandi frægari í seinna hálvleiki, men ikki nóg væl til at knógva eitt stig.

 

Hini bæði liðini í innleiðandi bólki 6 eru Huddinge og Guif. Leygardagin klokkan 15.45 spælir Sävehof dyst á útivølli móti Huddinge. 

 

##med2##

 

Mynd: HF Karlskrona

Mynd: IK Sävehof