Fullsett heystskeið á Ítróttaháskúlanum

100 eru á bíðilista. Várskeiðið 2026 er eisini fullteknað.

Mánadagin byrjaði heystskeiðið á Ítróttaháskúlanum í Suðuroy.

 

48 næmingar byrjaðu á heystskeiðinum, 24 dreingir og 24 gentur.

 

Hetta veit Suðurrás at siga.

 

Heystskeiðið er í 15 vikur og fevnir eisini um eina spennandi viku í Spania.

 

Áhugin fyri Ítróttaháskúlanum er sera stórur. Heystskeiðið er sum nevnt fullteknað og tað standa umleið 100 á bíðilista til hetta skeiðið, so í veruleikanum kundi skúlin verði tvífalda stødd. Várskeiðið 2026 er eisini fullteknað, skrivar www.sudurras.fo