Kiruna kirkjan er komin á nýggja staðið

Kiruna kirkjan kom seinnapartin í dag á nýggja staðið í Kiruna í Norðursvøríki eftir umfatandi flyting.

Kiruna kirkjan nærkast sínum endaliga ferðamáli her. - Mynd: 10510 Marc Skogelin/ TT/Ritzau Scanpix

Tað upplýsir svenska tíðindastovan TT.

Reyðmálaða trækirkjan varð flutt fimm kilometrar á einum 220-hjólaðum leguvogni.

Kirkjan vigar 672 tons og er 40 metrar long og breið.

Bygningurin er fluttur orsakað av vandanum fyri, at jørðin undir honum fer at smokka orsakað av námuvirksemi í Kiruna.

Jarnmálmur verður vunnin í náminum undir býnum, og námið hevur áhaldandi verið útbygt, sum hevur skapt vanda fyri, at tað rýður undan.

Hetta merkir, at stórir partar av miðbýnum í Kiruna eru - ella eru í ferð við at verða - fluttir til eitt nýtt og tryggari stað.

 

/Ritzau/

 

Kiruna kirkjan nærkast sínum endaliga ferðamáli her. - Mynd: 10510 Marc Skogelin/ TT/Ritzau Scanpix