Umhugsa hjálp úr Danmark til eldin í Hornabø

Enn er ikki greitt, hví eldur kom í eini sethús í Hornabø sunnukvøldið

Løgreglan kannar framvegis eldin í einum sethúsum í J. C. Svabosgøtu í Hornabø í Havn sunnukvøldið.

Tað var stutt eftir klokkan hálvgum níggju á kvøldi, at fráboðan kom um eldin. Og eftir stuttari løtu hevði eldurin breitt seg um øll húsini. Tað tók drúgva tíð hjá sløkkiliðnum at fáa tamarhald á eldinum, men lukkutíð sluppu øll fólkini úr húsinum í øllum góðum.

 

Lesið eisini: Myndir: Eldur í sethúsum í Hornabø

Vaktleiðarin á politistøðini sigur, at brandteknikari hjá politinum í Føroyum hevur kannað eldin, men enn er ikki greitt, um kanningarnar hava givið nóg mikið. Tí verður umhugsað, um tey skulu hava serfrøðingar frá politinum í Danmark at kanna málið.

 

##med2##