1.967 fleiri ferðast um flogvøllin

Vøksturin í ferðafólkastreyminum um flogvøllin í Vágum stendur við, tí higartil í ár hava 1.967 fleiri ferðast um vøllin enn um somu tíð í fjør, og er vøksturin 8,2 prosent.

Tilsamans hava 25.922 fólk ferðast um vøllin í ár, og Vága Floghavn sigur, at framgongd er á øllum farleiðunum: Seks prosent á Danmarkar-leiðunum, 21 prosent á Íslandsleiðini og heili 50 prosent á leiðini til Norra.

Hoyrið niðanfyri, hvat Jákup Sverri Kass, stjóri í Vága Floghavn, sigur um orsøkina til framgongdina: