Hendan greinin er skrivað í samstarvi við Filmshúsið – Sosialurin 25. juli
Seinastu trý árini hevur 28 ára gamla Maria Tórgarð lisið á Stockholm University Of Arts, har hon hevur verið undir útbúgving sum filmsleikstjóri.
Í septembur fer Maria til Danmarkar at luttaka í “pitch” kappingini Nordic Talents, har mann hevur møguleikan at vinna 250.000 NOK til eina spælifilmsverkætlan.
Tey, sum hava lisið á teimum norðurlendsku filmsskúlunum, kunnu søkja, og í ár vóru 50 umsøkjarar. Tíggju vórðu útvald, og hesi tíggju skulu í tíggju minuttir standa á einum palli framman fyri einari áskoðarafjøld og dómsnevnd og “pitcha” síni hugskot.
– Mín fyrsta kensla, tá eg fekk at vita, at eg var útvald, var: “Áh, nei!”, tí eg haldi tað vera so avbjóðandi at standa framman fyri nógvum fólki og leggja eitt hugskot fram. Men aftaná eina løtu kom eg í tankar um, at har er ein orsøk til, at tey hava valt meg. Hetta hjálpti upp á nervarnar hjá mær.
LES EISINI: “Mammuskepilsið”: – Snýr filmurin seg um mammu ella um meg?
Spælifilmurin “Knútar”
Tá Maria fer á pallin í september at pitcha sín spælifilm, verður tað ein spælifilmur við einum evni, sum stendur henni nær. Maria hevur gjørt ymiskt aktivistiskt arbeiði og hevur millum annað lagt nógva orku í felagsskapin Frítt Val, ið virkar fyri fríari fosturtøku í Føroyum.
– Spælifilmurin, sum eg fari at pitcha, eitur “Knútar”, og fer at snúgva seg um abort í Føroyum. Spuringurin um abort hevur ligið tætt at mær leingi nú. Eg havi bæði deilt mína søgu í Kvinnu, sum snúði seg um, at eg havi tikið eina abort, og so var eg eisini við í filmsbrotinum hjá Fríum Vali, har føroyskar kvinnur deildu, at tær hava tikið eina abort.
– Eg havi eisini samstarvað við listakvinnuna Aldu Mohr Eyðunardóttir um hetta evnið – bæði á einum aktivistiskum og listarligum støði. Eitt dømi er filmsbrotið “Eg havi tikið abort”, har føroyskar kvinnur stóðu fram og søgdu: “Eg havi tikið abort”.
Danir ynskja at viðgera evnið við Mariu
Maria hevur ofta upplivað, at danskir framleiðarar og sjónleikarar hava spurt, um hon vil ráðgeva ella vera við-leikstjóri í teirra filmum í Føroyum um abort, men hetta hevur hon altíð svarað nei til.
– Evnið er so umráðandi og persónligt fyri meg. Tískil haldi eg ikki, at eg hevði kunnað gjørt ein tílíkan film, har eg ikki sjálv var leikstjóri.
Fekk hugskotið, tá uppskotið um abort fall
Orsøkin til, at filmurin “Knútar” fer at snúgva seg um abort, kemst ikki bert av, at evnið stendur henni nær. Tað kemur eisini av teimum kenslunum, Maria føldi, tá ið lógaruppskotið um abort fall í 2024.
– Tá ið uppskotið um abort fall í fjør, tók tað hart uppá meg. Eg helt, at vit vóru komin longri sum samfelag. Eg roknaði við, at alt arbeiðið, sum vit høvdu gjørt í Fríum Vali, og at kvinnur høvdu staðið fram við persónligum søgum, hevði ávirkað avgerðina. Tí helt eg, at úrslitið fór at vera øðrvísi.
– Men hóast tað heilt víst hevur gjørt onkran mun, so var tað kanska ov góðtrúgvið at halda, at vit longu vóru komin so langt í Føroyum. Tá ið lógaruppskotið fall, sat eg við eini kenslu av, at alt stríðið hevði verið til fánýtis – men eg vildi venda hesum maktarloysiskenslunum til nakað, sum bar til. So eg geri tað, sum eg kann: Eg geri ein film um tað, við heitinum “Knútar”.
11. septembur skal Maria á pallin at “pitcha”. Nordic Talents gongur fyri seg á tí danska filmskúlanum í Keypmannahavn.
##med2##
Ein framgongd í føroysku filmsvinnuni
Hóast Maria hevur búð ávíkavist í Danmark og í Svøríki tey seinastu árini, so hevur hon bitið merkið í, at filmsvinnan í Føroyum hevur ment seg.
– Síðani eg byrjaði í filmsvinnuni, er ein broyting hend. Vit gera fleiri føroyskar filmar, framleiðslurnar eru føroyskar, og so vísa ymiskar seriur á, eitt nú hin føroyska røðin Trom, at filmsvinnan hevur havt stóra framgongd.
Maria heldur, at tað kann vera ein fyrimunur at búgva í Føroyum.
– Nógvir møguleikar eru í Føroyum, og eg veit ikki, um eg hevði debutterað so ung við mínum filmi “Skál”, um eg ikki búði her – sum avgjørt er ein fyrimunir, sigur hon.
Ikki nokk av pengum
Men samstundis sum nógvir møguleikar eru í Føroyum, sigur Maria eisini, at her eru avbjóðingar.
– Aðrastaðni, sum til dømis í Svøríki, er filmsvinnan størri og meira framkomin, ið hevur við sær, at tey hava fleiri pengar. Hevði eg flutt heim nú, so hevði eg verið noydd til at samstarvað við onnur lond og onnur fyri at kunna gera film. Tí tað er ikki nokk av pengum í Føroyum, ið gevur einum møguleikan at liva av tí.
– Men at samstarva við onnur norðurlond er vanligt í filmsvinnuni. Til dømis kann ein filmur verða partvíst fíggjaður av Noreg, Danmark og Svøríki.
Føroyar eru eitt sera umráðandi stað fyri meg
Sjálvt um Maria sær avbjóðingar í Føroyum, so sigur hon, at Føroyar eru eitt sera umráðandi stað, sum hon hevur brúk fyri.
– Eg fari altíð at vera partvíst í Føroyum. Kanska eg einaferð komi aftur at búgva her, tí tað er í Føroyum, eg finni íblástur og tær søgurnar, eg vil fortelja. Men heimurin er stórur, og mann má taka teir møguleikarnir, sum koma. Men Føroyar eru eitt sera umráðandi stað fyri meg.
– Mínir filmar kunnu ávirka onnur
Nógv er hent, síðani Maria var 16 ára gomul og var á filmstoyminum hjá Heiðriki á Heygum, sum var hennara fyrsta roynd í filmsvinnuni. Tíðin hevur verið lærurík, sigur hon, og hon minnist aftur á tíðina, hon gjørdi heimildarfilmin “Skál”.
– Tað størsta fyri meg, sum eg lærdi, tá eg gjørdi “Skál” var at síggja, hvussu ein ger heimildarfilmar, og hvat tað inniber. “Skál” var ein nýggjur heimur, sum lat upp fyri meg. Alt var nýtt. Eg var spontan og fann útav, at tað var í nú’inum, ímeðan mann var til staðar, at mann fann útav, hvat filmurin snúði seg um. Eg lærdi eisini av “Skál”, at ein filmur kann ávirka onnur, sum møguliga spegla seg í tínum projekti og blíva rørd.
– Eisini havi eg lært, at eg skal lurta eftir mær sjálvari og míni ætlan.
Ver opin og forvitin
Einaferð var Maria nýggj í filmsvinnuni og mátti læra seg alt frá grundini. Bæði hvussu ein arbeiðir, og hvussu ein best kann fyrihalda seg til onnur. Tí hevur hon eisini nøkur orð til tey, sum hava hug at arbeiða við filmi.
– Tað týdningarmesta, tá eg arbeiði saman við fólki, sum ikki hava so nógvar royndir enn, er hugburðurin. Tað hevur nógv at siga at vera opin, forvitin og at lurta eftir, hvat hendir rundan um teg, tá tú ert til arbeiðis. At tora at spyrja og læra hevur nógv størri týdning enn at duga alt frá byrjan. Tú skalt minnast til: Tær nýtist ikki at kunna alt frammanundan – tú skalt bara hava hug at læra, sigur Maria Tórgarð.