“Mammuskepilsið”: – Snýr filmurin seg um mammu ella um meg?

– Tá pápi mín og eg sótu og tosaðu um mammu mína, sum livir við katatoniskari skizofreni – og sum sjálv hevur gjørt bæði leik og yrkingarsavn um sítt lív – fann eg út av, at tað var júst tað, filmurin skuldi snúgva seg um, sigur Maria Tórgarð um endafilmin hjá sær.

 

Hendan greinin er skrivað í samstarvi við Filmshúsið – Sosialurin 25. juli

 

Á Stockholm University Of Arts skuldi Maria saman við filmstoymi sínum runda útbúgvingina av við einum endafilmi. Hesin endafilmurin bleiv eitt sjónligt punktum, ið nú leiðir hana víðari til næstu verkætlanirnar. Endafilmurin hjá Mariu snýr seg um nakað, sum stendur henni nær. 

 

 

 

– Endafilmurin eitur “Mammuskepilsið” og snýr seg um at vera barn hjá einum sálarsjúkum foreldri – nakað, sum eg kenni til. Filmurin er ein hybrid-heimildarfilmur. Hetta merkir, at eg havi blandað heimildarfilmssenur við innsløg av fiktiónssenum, sum eru filmaðar í studio. Í fiktiónssenunum er pápi mín, Hans Tórgarð, á pallinum saman við einari dukku, sum verður nevnd Mammuskepilsið.

 

LES EISINI: Maria við í Nordic Talents: Ætlar at gera ein film um abort

 

Ein fasinatión av millumganginum

 

Alt byrjaði við, at Maria var sera hugtikin av millumganginum av heimildarfilmi og fiktiónsfilmi. Um hvat tað er, og um har veruliga er nakar munur. 

 

 

 

– Meðan eg havi sitið við mínum endafilmi, eri eg komin til ta niðurstøðu, at munurin er ikki so stórur. Tað var fasinerandi at vera millum hesar verðirnar av veruleika og fiktión, sum fekk meg at minnast aftur á mín barndóm, har eg eri uppvaksin við tveimum foreldrum, ið hava fingist nógv við sjónleik. 

 

 

 

Mítt egna sjónarmið

 

Maria visti, at hon vildi filma í bæði Føroyum og Svøríki, men júst hvat hon skuldi gera, var ikki heilt greitt. Tískil fóru hon og fotografurin til Føroyar at filma. 

 

 

 

– Vit filmaðu bæði meg, pápa mín og ymiskt annað, sum í sjálvum sær var ein stór uppgáva. Men tá pápi mín og eg sótu og tosaðu um mammu mína, sum livir við katatoniskari skizofreni – og sum sjálv hevur gjørt bæði leik og yrkingarsavn um sítt lív – fann eg út av, at tað var júst tað, filmurin skuldi snúgva seg um. 

 

 

 

– Samstundis mátti eg spyrja meg sjálva: Snýr filmurin seg veruliga um mammu ella um meg? Eg fann út av, at tað var ikki so lætt at gera ein film bara um hana, tí eg megnaði ikki heilt at sleppa mínum egna sjónarmiði. Tað er mín uppliving av sjúkuni, sum altíð verður partur av frásøgnini.

 

 

 

Í filminum prøvar Maria okkurt, sum hon ikki plagar at gera. Hesa ferð er hon eisini frammanfyri myndatólið, sum hon ikki er von við. Hetta sigur hon, var stuttligt og avbjóðandi. 

 

 

 

##med2##

 

Fiktiónssenurnar eru mínar kenslur

 

Eg helt tað vera avbjóðandi at seta orð á mínar kenslur í heimildarfilminum. Tískil varð fiktiónsverðin skapað sum eitt slag av fantasiverð, ið ímyndar mítt innara lív. Hendan fiktiónsverðin er ein mynd av mínum kenslum, har leikluturin, sum pápi mín spælir, er ein tulking av mínari undirvitsku.

 

 

 

Maria leggur afturat hesum, at tað hevði stóran týdning fyri hana, at familjan var við í filminum, og at teirra meiningar og tørvir vórðu raðfestir. Tí vildi hon, at familjan góðtók filmin og gav honum grønt ljós, áðrenn hon fór víðari við honum, tí hon hugsaði fyrst og fremst um familjuna. 

 

##med4##

 

Eg ynski, at fólk fáa eina kenslu av vón

 

Tá ið Maria fór undir at arbeiða við endafilminum “Mammuskepilsið”, droymdi hon um at fáa fólk at flenna. Men í dag ivast hon í, um tað eydnaðist heilt, sum hon ætlaði. 

 

 

 

– Eitt, sum er stuttligt við heimildarfilmum, er, at mann ofta hevur nógvar tankar og hugskot, sum mann vil útvikla og gera. Men ofta er tað filmurin sjálvur, sum fortelur tær, hvat hann veruliga er um. Kanska er “Mammuskepilsið” ikki ein filmur, sum tú flennur so nógv av, men eg vóni, at hann gevur eina kenslu av vón, sigur Maria.

 

– At mann kanska følir seg eitt sindur minni einsamallan eftir at hava sæð filmin.

 

 

 

Maria vónar at sýna “Mammuskepilsið” á Geytanum í 2026, um hann sleppur við, sigur hon.

 

 

 

##med3##