1.deild menn: Øll oddaliðini vunnu

1.deild menn: 07 Vestur, AB og Skála vunnu øll í kvøld. 07 Vestur vann 2-0 á Víkingi, AB vann 3-0 á B68 og Skála vann ikki minni enn 8-0 á EB/Streymi.

 

Øll trý oddaliðini í 1.deild hjá monnum høvdu heimavøll í kvøld. Í Sørvági vann 07 Vestur 2-0 á Vìkingi. Tað var ikki fyrr enn eitt korter fyri tíð, at hol kom á, tá Emil Mikkelsen legði heimaliðið á odda. Stutt seinni økti Hørður Johansen. Jovan Radinovic- Panic brendi brotsspark í fyrra hálvleiki.

 

Á Argjum vann AB 3-0 á B68. Longu í fyrsta álopinum legði Jobin Drangastein AB á odda. Eitt korter seinni økti Jónas Stenberg eftir innlegg úr vinstru. Talan var um gott mál úr spískum í høgru. Argjamenn vóru leikliga omaná, men eina løtu í seinna hálvleiki beit B68 frá sær. Í seinasta álopinum í dystinum staðfesti Bjartur Kjærbo sigrurin fyri argjamenn.

 

Skála vann ikki minni enn 8-0 á EB/Streymi, sum fekk ein mann útvístan longu aftaná tveir minuttir. Ólavur Mikkelsen skoraði ikki færri enn fýra mál, meðan Brian Jacobsen fekk trý og Edvin Jacobsen eitt.

 

B71 vann greiðan 3-0 sigur á NSÍ á Sandi, meðan HB vann 3-1 á KÍ í Klaksvík.

 

Sunnudagin klokkan 15 sigur Tróndur Arge frá oddadystinum millum AB og 07Vestur á Rás2.

 

1.deild menn:

 

AB – B68 3-0 (2-0)

1-0 Jobin Drangastein, 2

2-0 Jónas Stenberg, 14

3-0 Bjartur Kjærbo, 90

 

07 Vestur – Víkingur 2-0 (0-0)

1-0 Emil Mikkelsen, 74

2-0 Hørður H. Johansen, 83

 

Skála – EB/Streymur 8-0 (2-0)

Reytt kort Finnbjørn Zachariasen, 2 (EB/Streymur)

1-0 Ólavur Mikkelsen, 4 (br)

2-0 Ólavur Mikkelsen, 8

3-0 Ólavur Mikkelsen, 53

4-0 Brian Jacobsen, 54

5-0 Brian Jacobsen, 60

6-0 Brian Jacobsen, 63

7-0 Edvin Jacobsen, 68

8-0 Ólavur Mikkelsen, 86

 

KÍ – HB 1-3 (1-0)

1-0 Johan Jacobsen

1-1 Jógvan Andrias Nolsøe, 66

1-2 Hendrik Rubeksen, 69

1-3 Kristin R. Mouritsen, 90+4

 

B71 – NSÍ 3-0 (meiri seinni)

 

Støðan 1.deild menn:

 

1. 07 Vestur 50 stig

2. AB 46

3. Skála 45

4. HB 34

5. Víkingur 27

6. B71 27

7. KÍ 26

8. EB/Streymur 20

9. NSÍ 14

10. B68 11