Sólmundur Joensen 2004
Ljómandi stríðssólin skæra
samhaldsføst sýnir sín mátt
árvakin vil okkum læra
stríðsfús alra daga og nátt
sum soppar í køstagarði
spekulantarnir vála um vøll
Proletaranna stríðsfúsi skari
Stríðsfylking ljómandi snjøll
ríkmansins løður á tremur
á sjógvi og landi eitt kraddaralið
ágang mót proletarunum fremur
margbøðlar geva ongum grið
tænaralið fólksins til harrafólk vorðið
grammleikans margbøðlar dusa sær
tær bløðandi hendur vælferðina borið
ránsmannaliðið hástóra lær
alneyðugt stættarstríð-stríðssól vil skína!
privatkapitalisman so karrotin er
gullbarónaliðið brátt vil dvína
kapitalisturin kúgan og neyð í skjøldri ber
av ræðslu við bløðandi hondum
Proletarar um verøld vítt
leinkjaðir vóru við trælabondum
Kollvelting! Fólkið tá frælst og frítt!
eitrandi,kúgandi tjóvsvætti víða
hjartað av dramblæti fylt
mót oyðandi kreftum socialisman vil stríða
droyrreyða stríðsmerkið geisandi gylt
stríðssólin brimandi logar
arbeiðarafjøldin mergjað og sterk
Solidariska rósan boðar
vælferðin er tykkara verk
altjóða proletarar, sjónarringur víði
móti órætti,hungri og neyð
í blánanum reyðhanin blíði
saman at standa okkum tað beyð !
Proletarar! Kollvelting í eygsjón
tann kúgandi stættin mønusting fá
samanhald,brøðralag, styrki og vón
Stríðsmerkið reyða í húnar há!
í eystri tann blóðreyði roði
ein fylking sum bjartasta ljós
tann solidariska skaran eg skoði
Kammerátar! Vit eru á rættari kós
prúða solidariska landi at hóma
Proletarskarin frælsur á ferð
lat javnrættarkvæðið ljóma
Socialisman mót hæddum meg ber