KÍ trumfaði ímóti Hvítarusslandi

Í fyrra hálvleiki var avrikið so sannførandi sum kanska ongantíð áður, tá ið KÍ enn eina ferð helt málið reint og vann 2-0

Aftur og aftur hevur KÍ trumfað í Europa, og í kvøld var tað aftur klassi, tá ið klaksvíkingar í góðveðrinum á Tórsvølli vunnu 2-0 ímóti FC Neman Grodno úr Hvítarusslandi.

 

Talan var undan steðginum um leikligt avrik á so høgum støði, sum føroyskt lið neyvan áður hevur megnað.

 

Fyrsta løtan var eyðkend av turbolensi og nærdystum, og gestirnir høvdu eina góða støðu, men Patrik Johannesen var heilt afturi í egnum brotsteigi og órógvaði so mikið, at bólturin fór væl við síðuna av málinum, sum Sebastian Linnet John aftur í kvøld vardi.

 

Tá ið eitt korter var farið, fekk KÍ fatur á spælinum, og fram til steðgin var bólturin fyri tað besta á bláu fótunum, meðan mótstøðumenninir ótolnir og ørkymlaðir runnu aftaná.

 

Verjan var sum bergið, útspælið frá verju og fram til miðvallararnar var trygt, móttøkurnar á miðvøllinum vóru tryggar, snaringarnar skilagóðar og avleggingarnar og gjøgnumbrotini hugflogsrík og við kraft og saft og neyvleika.

 

##med2##

 

Uppskriftin var av tí kenda slagnum, tá ið tað í 26. minutti eydnaðist KÍ at seta hol á. Árni Frederiksberg avgreiddi hornaspark, bólturin fór til sera eyðsýnda Jóannes K. Danielsen, sum legði innfyri, og Páll A.Klettskarð var óheppin, at bólturin brast í tvørtræið og tók í stólpan, tá ið hann royndi seg við stútara. Tíbetur var René Shaki Joensen framvið, og í tveimum royndum eydnaðist tað honum við høvdinum at seta bóltin í málið.

 

Næstu løtuna var KÍ yvirvágin mest sum fullkomin, og tað vóru fleiri góðar støður og onkur møguleiki, sum kundi havt givið mál. Tað eydnaðist at økja um leiðsluna í tíðini, sum dómarin legði aftrat fyrra hálvleiki. Patrik Johannesen vann nærdyst í vinstru, innleggið var tepurt og umhugsað, og mitt fyri málinum var Páll A. Klettskarð sum so mangan áður á rætta staðnum í røttu løtuni, og sera hegnisliga lyfti hann bóltin uppum fótin á verjuspælaranum og dygst inn við handara stólpa.

 

Eftir steðgin var leikliga avrikið ongantíð av sama slagi, sum tað var undan hvíldini. KÍ var fyri tað mesta í verjustøðu, og tað riggaði væl. Gestirnir høvdu ikki hugflog at spæla seg til málmøguleikar, og tá ið Patrik Johannesen, Odmar Færø og Páll A. Klettskarð vóru siftir út, snúði tað seg um at verja 2-0 leiðsluna.

 

##med3##

 

Størstu møguleikarnr fram ímóti dystarenda átti KÍ:

 

Innskifti Daniel Johansen royndi seg við fløtum innleggi úr vinstru, og ein av verjuspælarunum var um at gera sjálvmál, og so var Jákup B. Andreasen í góðari støðu, tá ið hann eftir fríspæling frá innskifta Claes Philip Kronberg sendi bóltin skeivu megin stólpan.

 

KÍ – Neman FK 2-0 (2-0)

 

1-0: René Shaki Joensen 26.

 

2-0: Páll A. Klettskarð 45.+1.

 

KÍ: Sebastian Linnet John – Odmar Færø (Gilli Rólantsson Sørensen, 80.), Deni Pavlovic, Gaston Tellechea – Jóannes Kalsø Danielsen, Hallur Hansson, Jákup B. Andreasen, René Shaki Joensen (Daniel Johansen, 68.) – Árni Frederiksberg (Claes Philip Kronberg, 88.), Páll A. Klettskarð (Filip Brattbakk, 80.), Patrik Johannesen (Mads Bo Mikkelsen, 68.)

 

Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Mark F. Jensen, Robert Williams, Jonn Johannesen, Dávid B. Andreasen, Páll Müller, Martin Gonzales, Ahmed Latif

 

Gult kort: Deni Pavlovic, Odmar Færø

 

Venjari: Magnus Powell

 

##med4##