Nú eru fleiri enn 10.000 fólk í Svøríki deyð við covid-19. Talið fór nevniliga um tey 10.000, tá 351 deyðsføll løgdust aftrat í dag. Yvirlit hjá svensku heilsumyndugleikunum vísir, at samlaða talið av deyðum orsakað av covid-19 nú er komið upp á 10.185, og talið av smittaðum í Svøríki er farið um hálva miljón.
Karin Tegmark Wisell, sum er deildarleiðari hjá heilsumyndugleikunum í Svøríki, sigur, at nógv fólk eru innløgd á intensiva deild í løtuni, og framvegis spjaðir smittan seg í landinum. - Vit hava fleiri enn 10.000 deyðsføll í Svøríki, og tíverri vænta vit, at talið fer at veksa, sigur hon við Aftonbladet.
Í løtuni liggja 2742 fólk á sjúkrahúsi í Svøríki við covid-19, harav 365 liggja á intensivari deild. Deyðsføllini í Noreg fóru um tey 500 í gjár, og í Noregi liggja 166 fólk á sjúkrahúsi við covid-19. Í Svøríki búgva umleið tvífalt so nógv fólk sum í Noregi - ella 10,4 miljónir tilsamans.