Landið letur stuðul til stjóra­bilar men ikki til av­lamis­blar

Hóast landsstýrið hevur tikið stuð­ul­in til avlamisbil frá fólki við rørslu­tarni – so fáa stjórar og onnur hundraðtúsundtals krón­ur í stuðli til fín­ar og dýrar bilar

Hóast landsstýrið valdi at taka stuð­ul­in til avlamisbil frá fólki við rørslu­tarni – tí at ein bilur er ein vanligur brúkslutur, sum flest fólk hava møgu­leika at ogna sær – so hava politikararnir einki í móti at lata stjór­um hundraðtúsundtals krón­ur í stuðli til fín­ar og dýrar bilar

 

– Persónbilur er í dag mett­ur at vera ein vanligur brúks­lut­ur, sum flest øll fólk hava ella hava møguleika at ogna sær.

 

Soleiðis segði Sirið Sten­berg, táverandi lands­stýr­is­kvinna í al­manna­mál­um, tá hon legði uppskotið fram um at taka av stuðulin til fólk við virkistarni.

 

Skipanin var soleiðis, at lat­ið var eitt rentufrítt lán upp í slakar 220.000 krón­ur, og alt eftir inn­tøku­­grund­­ar­­lag­­num hjá tí rørslutarnaða, og varð so upp til helvtin av stuð­uls­upp­hædd­ini  nið­ur­skriv­að.

 

Men hesa skipan, sum hev­ur verið galdandi í nógv ár fyri fólk við rørslu­tarni, tók Løgtinngið av 13. des­ember í 2023 við 14 at­kvøð­um hjá samgonguni fyri og 11 hjá andstøðuni í­móti.

 

Men landið stuðlar tó fram­vegis fólki at fáa laga­liga at­gongd til bil. Men nú eru tað ikki longur tey, sum eru rørslu­tarnað. Men tað eru tey ríkastu, sum tjena mest, og sum eru mest for­kel­að av sínum ar­beiðs­gev­ara – so nógv, at hann keyp­ir teimum ein bil til egna privata nýtslu.

 

Tað er tað, sum á skat­ta­mál­i eitur »fríur ágóði«.

 

Tá eitt starvsfólk fær ein á­góða frá ar­beiðs­gev­ar­a­num, so er hann skatt­skyld­ug­ur. Um til dømis eitt starvs­fólk fer eitt privat ør­indi við firma­bilinum, so skal starvs­fólkið gjalda leigu fyri túrin, annrs er tað brot á skattalógina.

 

Og fær stjórin ein bil frá ar­­beiðs­­pláss­i­num, sum hann kann nýta sum sín priv­ata so skal hann eisini skatt­­ast av honum.

 

Men í hesum førum er skatta­skipanin gjørd so­leiðis, at hon órógvar skatt­in hjá stjóranum sum mist.

 

Hóast tað ofta er talan um sera fínar og sera dýrar bilar, so hevur tað einki at siga, tá skatturin skal gjald­ast av bilinum. Tí tað verður slett ikki hugt eftir prís­i­num. Tað verður hugt eft­ir vektini! Meira bilurin vig­ar, meira skal stjórin rinda í skatti fyri bilin.

 

Man tað verður kortini ikki so dýrt fyri sjóran, sum vit kanska kundu ímyndað okkum. Stjórin rindar ongantíð meira enn umleið 3.500 krón­­ur í skatti fyri bilin.

 

Skipanin er soleiðis, at ar­beiðs­pláss­ið keypir bilin, rind­ar allar útreiðslur, eisini brenn­ievni og umvælingar. Stjór­in, sum fær bilin, rind­ar einki. Ikki eina einastu krónu fyri nakað sum helst. Held­­ur ikki fyri at vaska bil­in. Hann eigur gott nokk ikki bilin. Men hann hevur bil­in sum sín privata bil. Tí hann rindar skatt av bili­num.

 

Lesið meira um málið í Sosialinum, sum fæst í leysasølu kring landið. Haldarar kunnu lesa blaðið á sos.fo

 

##med2##

 

##med3##