Nýggju fartelefonirnar eru so snildar, at tær kunnu ringja til alarmsentralin av sær sjálvum, tá tað eru fyri einum stoyti. Og soleiðis ringdi ein telefon til alarmsentralin í gjár – av sær sjálvum. Eigarin av telenini visti ikki av tí, tá løgreglan kom á staðið.
Talan var um eitt ferðsluóhapp. Ein bilur, sum koyrdi framman fyri hendan bilin, steðgaði brádliga, at ein seyður leyp út á vegin. Tann aftari bilurin varnaðist tað ikki nóg skjótt, rendi inn í fremra bilin. Og tann stoyturin gjørdi, at telefonin av sær sjálvum ringdi til alarmsentralin.
Talan var ikki um fólkaskaða, men bilarnir fingu heldur stóran skaða, sigur vaktleiðarin á politistøðini.
Á Oyggjarvegnum á Streymoynni hendi eisini eitt ferðsluóhapp. Tað var ein bilførari, sum umráddi seg, og vendi mitt á vegnum, uttan at taka nóg stórt atlit til ferðsluna. Og ein bilførari, sum kom framvið, varnaðist tað ikki, og tí rendi hann á bilin, sum vendi mitt á vegnum. Báðir bilførararnir fingu bót fyri ikki at hava verið nóg ansnir.