1. viðgerð um fosturtøkulóg: Veruleiki ella dreymaverð

Løgtingið

 

1. viðgerð um fosturtøkulóg, sept.2025

 

Veruleiki ella dreymaverð. Mala um heitan greyt. Tosa út frá sær sjálvum, eini hugsjón, ideologi ella trúgv. Nokta at fyrihalda seg til faktiska veruleikan. Tað var heildarintrykkið av teimum, sum í løgtinginum mæltu frá fosturtøkulógini.

 

Fyrr - áður

 

Fosturtøkur hava í øldir verið gjørdar, og tragiska leiklutin hevur kvinnan havt og eisini kent svian av. Viðhvørt hevur hon einsamøll valt fosturtøku framda í loyndum, viðhvørt gjørt undir pressi – tí vanlukkuliga og skammiliga støðan skal fjalast ella burturbeinast.

 

Nógvar kvinnur valdu tó barnið til, hóast vánaligu útlitini fyri leysingabarninum og mammuni. Og skommina áttu kvinnurnar einsamallar.

 

Kvinnan hevur leingi staðið ógvuliga einsamøll við lítlum og ongum stuðli undir eini samfelagshugsjón, sum gav munandi víðari ræsur til kalkyni at útfolda seg, bæði tá snúði seg um ognarskap yvir fólk og fæi og um seksuellar erobringar. Teir sluppu ov lætt ....

 

 

Jú støðan er broytt, men gamlar idelogiir, hugburður og fordómar liggja djúpt og av og á stingur gamla høvdið undan. Hugburðurin um kvinnuna og virðingin fyri hennara leikluti er aldargamal og hvørvur ikki so. Tosið er øðrvísi, aðrar snildur verða brúktar, men hugburðurin… ?

 

Løgtingsviðgerðin snúði seg ikki um kvinnuna og truplu støðu hennara og vísti alt ov skilligt, at í hesum máli var galdandi fyri fleiri teirra, at virðingin fyri kvinnuni var lítil og ongin.

 

Tá eg hoyri politikkarnar í løgtinginum tosa um abort, fari eg at ivast í, hvussu langt fram á leið vit veruliga eru komin, tí tað tykist sum, at fleiri av okkara ráðandi í løgtinginum framvegis liva í fortíðini og í eini fantasiverð.

 

Kvinnan er framvegis ikki før fyri at ráða sær sjálvari og at taka fornuftigar avgerðir, tykist niðurlagið at vera.

 

Eitt gruggut orðaskifti við ógreiðum útmeldingum. Skal abort yvirhøvur góðtakast ella er problemið kvinnan, sum sjálv vil standa við avgerðini. Um álit ikki er á kvinnuni, so eigur tað at meldast klárt út og ikki ballast inn í orðingar sum “frí abort” o.a., sum avskeplar orðaskifti og gevur ógreiðar associatiónir. Og um abort ynskist bannað, so skal tað eisini sigast greitt.

 

Og so verður knappliga nevnt slíkt sum signalvirði fyri landið. Ja læt okkum fáa greitt at vita, hvat signalvirði ynskist. Eisini tokutala.

 

Nógvar undanførslur vóru at hoyra, sum ikki vóru seriøsar. So sum at kvinnan eigur at lata tað í hendurnar á uttanfyri standandi at taka avgerð hennara vegna, tí tað er hon ikki før fyri, og tað er eisini best fyri hana. Also hon kennir ikki ábyrgd. Onkur helt fyri at tá her er talan um læknaviðgerð, so er tað læknin sum eigur avgerðina. Og so trumf á... tá hon er komin í 20. viku! Makan til undanførslur og politiskar fjákalótir í einum slíkum álvarsmáli.

 

Makan til misálit og vanvirðing. Jú kvinnan hevur gjøgnum tíðina í tí stilla lætið sær lyndað nógv, sum nú kemur undan kavi. Tað er hetta mál greitt dømi um.

 

Dagliga lívið

 

Fakta er, at kvinnur framhaldandi koma í ta óhepnu/ólukkuligu støðu, at tær á egnari vágskál mugu velja millum egið lív og lívsleið og gitna eggið, sum seinni gerst eitt barn.

 

At fyrigykla sær ongar fosturtøkur er veruleikafjart og ein ynskidreymur, sum lóggevarin skal fyrihalda seg til. Jú man kann royna sum áður er gjørt: at banna kvinnuni at hava ávirkan á egið lív . Nú við teirri grundgeving at onki lív má týnast, í øllum førum ikki tað, sum er í móðurlívi.

 

Snildisliga verður kvinnan slept upp á fjall og so verður ístaðin hálovað til himmals tað ”óskylduga barnið”, sum akkurát er komið í eyga. Hvat hugsar konan fyri sær?

 

Eg hevði nær sagt, at hetta er ikki bara fjákalótir men at líkna við ”hyklarí”.

 

Hví hyklarí? Jú tí lurtað verður ikki eftir kvinnunum, tey hvørki vilja ella tora, tí so verður tað so komplicerað. Óskylduga ófødda barn í móðirlivi er lættari at hondtera.

 

Kvinnan hevur ikki eitt ynski um at drepa eitt barn tvørturímóti, men støðan, hon er í, krevur, at hon tekur støðu til sítt egna lív og sína framtíð – evt. einum komandi barni mótvegis tí gitna egginum, sum enn ikki er eitt barn. Men hóast enn ikki er talan um eitt barn, kann valið verða trupult. Hetta er ongantíð ein løtt avgerð.

 

Politiskt er tað ókorrekt at siga tað hart, men støðan er, at fleiri kvinnur kunnu vátta, at kenslurnar fyri einum júst gitnum eggi, ikki eru tær somu, sum fyri einum barni. Um tær vóru tað, valdu tær ikki abort.

 

Men fyri tað er støðan álvarsom fyri kvinnuna og eigur tí eisini at verða viðgjørd sum tað.

 

Menn

 

Tú skal hava verið uppá vegin fyri at vita, hvussu tað kennist at vera uppá vegin, hvussu hetta ávirkar teg og títt lív, og eisini fyri at vita, hvørjar kenslur, tú hevur fyri tí júst gitna egginum. Kenslurnar fyri tí gitna egginum eru tætt knýttar at konkretu støðuni tú er í undan graviditetinum, í graviditetinum og kemur í eftir graviditetin. Tanka- og kenslumeldur!

 

Hesi viðurskifti kunnu menn av góðum grundum ikki seta seg inn í ella kenna nógv til. Men um teir ikki vilja lurta eftir kvinnuni, so kunnu teir í staðin velja at taka eina teoretiska støðu, sum nú hóskar seg best, eisini politiskt og kanska gevur stemmur. Tað er beint til høgrabeinið at tosa um at vera ímóti at týna lív, serliga á júst hesum vígvøllinum.

 

Færri fosturtøkur

 

Við eini blindari og avgjørdari fokusering á gitna eggið og tess framtíð og tískill taka undir at banna fosturtøku, verður ágangur framdur móti kvinnuni, sum ongin lurtar eftir og hvørs livilíkini verða sett til viks.

 

Slíkt press og slíkt misálit á kvinnuna, hevur ikki við sær færri fosturtøkur. Kanska í Føroyum, tí tá minka tølini innan føroyska heilsuverkið, meðan skuggatølini eru fjald uttanlands.

 

Um talið skal minka er neyðugt við lóggávu, ið ber á annan bógv enn verandi, og sum leggur upp til opinleika so, at kvinnan í tryggum umhvørvi og uttan peikifingrar kann leita sær stuðul, samtalur og upplýsingar um fíggjarligar møguleikar.

 

Talið fer at vaksa

 

Og so verður rópt hart um, hvussu talið fer at veksa, um kvinnan sjálv skal taka avgerðina. Hetta er tikið úr leysum lofti.

 

Annars er hetta ikki bara ein spurningur um tøl, men um menniskjalagnur, bæði hjá kvinnuni og teimum børnunum, sum koma í verðina. At focusera meira uppá eitt júst gitið egg enn tey menniskuni, sum eru á lívi ella koma her í verðina, tykist mær verða uttan proportiónir.

 

Kvinnan er betur enn nakar annar til at vita, hvør avgerð er tann rætta í støðuni.

 

Men tað tyktist lættari og einklari at tosa um tað óskylduga barnið, sum onga skuld hevur í støðuni....

 

Og framhaldandi halda flestu løgtingsmenn og nakrar kvinnur eisini, at enn er tíðin ikki komin at sleppa teymunum á kvinnuni. Hon skal eigast og stýrast.

 

Um tað vóru menn, sum vóru uppá vegin, var neyvan nøkur abortlóg yvirhøvur.