Um midnáttarleitið í gjár var løgreglan mannsterk í Vágum, har tey rannsakaðu ein bústað fyri hassjplantur.
Funnar vóru 11 hassjplantur, og eigarin, sum viðgekk seg sekan, varð skuldsettur fyri ólógliga virksemið.
Málið verður seinni tikið upp í Føroya Rætti.