Gjáramorgunin fekk núverandi norski fíggjarmálaráðharrin, sum bæði hevur verið norskur forsætisráðharri og Nato-aðalskrivari í fleiri ár, spurningin, um hann kundi hugsað sær at verið forsætisráðharri í Noregi aftur.
Spurningurin snúði seg eisini um, hvørt hann kundi hugsað sær at tikið við embætinum aftur, tá verandi forsætisráðharrin, Jonas Gahr Støre, einaferð leggur frá sær. Men, her kom Jens Stoltenberg við einum greiðum svari.
- Tað er heilt óhugsandi. Tann dag, tá Jonas Gahr Støre ikki er forsætisráðharri meira, verður tað eitt nýtt ættarlið, sum skal taka yvir. Eg haldi tað vera spennandi at vera fíggjarmálaráðharri.
Jens Stoltenberg legði aftrat, at hann fer ikki at vera verandi longri í norskum politikki enn tað. - Tað er heilt vist, legði maðurin aftrat, sum var forsætisráðharri í Noregi árini 2000–2001 og aftur árini 2005–2013.
Hetta skrivar norska kringvarpið - NRK - í morgun.