Grønland fær nú sítt fyrsta Burger King matstað, sum letur upp í grønlendska býnum, Sisimiut. Nýggja matstovan er eitt samstarv millum Burger King og Pisiffik og er innrættað sum ein familjuvinalig matstova.
Pisiffik í Grønlandi, sum eigur viðheftu mynd, er ein nútímans handilsketa við nógvum ymiskum virkisøkjum, og felagið rekur í dag einar 40 ymiskar handlar kring um í størru býunum í landinum.
Sambært Sermitsiaq, sum endurgevur úr tíðindaskrivi hjá Pisiffik, letur Burger King í Sisimiut hin 30. oktober - ella um ein lítlan mánað.
Sagt verður, at arbeitt hevur verið í nøkur ár við at fáa hetta í lag, men nú er klárt.
- Vit eru errin av, at matstovan letur upp júst her í Sisimiut. Býurin hevur altíð tikið væl ímóti nýggjum initiativum, og vit vóna, at fólk fara at taka væl ímóti Burger King, sum eisini verður ein nýggjur savningarstaður í býnum.
Gert Christoffersen, søluleiðari í Pisiffik, sigur, at matstovan er innrættað sum ein familjumatstova, har øll - bæði børn, ung og vaksin - kunnu hittast og njóta eina máltíð saman.
Tilsamans 10-15 fólk fara at arbeiða í parttíðarstarvi hjá Burger King í Sisimiut.
Tað verður 37 ára gamla, Paneeraq Evaldsen, sum fer at leiða nýggju matstovuna, og hon er í løtuni til upplæring í Danmark.