Størsta hóttanin síðan seinna heimsbardaga

- Vit standa yvirfyri størstu hóttanini síðan seinna heimsbardaga, sigur danski forsætisráðharrin Mette Frederiksen

Danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen, sigur í morgun, at hybridkríggj og ágangur á evropeiskt loftrúm vísa, at Evropa er í einari nýggjari trygdarstøðu.

 

- Vit standa yvirfyri størstu hóttanini síðan seinna heimsbardaga, sigur hon á einum tíðindafundi í arbeiðsgevarafelagnum, Dansk Industri, stutt fyri, at ES fer at halda ein óformellan toppfund í Keypmannahavn.

 

Endamálið við toppfundinum er sambært forsætisráðharranum at røða um, hvussu Evropa skal kunna verja seg við egnari hjálp frá 2030 at rokna.

 

Tey 27 ES-limalondini skulu umrøða, hvussu evropeiska verjan kann styrkjast, og øktur stuðul til Ukraina er á skránni.

 

Røðast skal eisini um ein møguligan evropeiskan dronu-múr, eftir at dronur herfyri vóru orsøkin til, at danskir flogvallir noyddust at lata aftur í síðstu viku.