Føroyska taekwondo felagið, Hwarang Føroyar, var til Fredericia Open í vikuskiftinum. Við í føroyska ferðalagnum vóru níggju fólk, harav fimm kemparar.
Í kappingini vunnu føroysku luttakararnir fýra gull og eitt silvur.
Íðkarar hjá Hwarang Føroyar mugu av landinum fyri at sleppa at dystast.
- Tískil eru slíkir túrar sum hesin sera mennandi og læruríkir, siga tey í Hwarang Føroyar.
Føroysku heiðursmerkini í kappingini í Fredericia Open 2025 vóru hesi:
Jónar Kristiansson Poulsen, Cadet – 41 kg (silvur)
Stefan Mifsud, Cadet - 45 kg (gull)
Jerrold Balagasay, Junior - 45 kg (gull)
Artur Helgason Højgaard, Junior – 63 kg (gull)
Prashim Khadka, Senior - 58 kg (gull)
Hwarang Føroyar kemparar eru nú farnir víðari til tvær kappingar í Riga í Lettlandi, og her verður kappast í døgunum 1.-6. oktober.