Nú er B36 á sætta plássi

1. DEILD: Heimasigurin ímóti NSÍ í kvøld ber við sær, at árstalsfelagið nú mest sum er burtur frá vandanum fyri at flyta niður

Markus Hellisdal legði við brotssparki B36 framum 2-1

Í kvøld var fyrsti dysturin í 25. umfari í næstbestu deildini. Hann var í Gundadali, har B36 hevði vitjan av NSÍ. Heimaliðið vann 3-2 eftir hálvleiksstøðuna 1-1.

 

Úrslitið ber við sær, at B36 hevur 27 stig og er á sætta plássi og trý stig frammanfyri NSÍ, sum er á sjeynda plássi.

 

Tað eru sjey stig aftur til KÍ, sum er á níggjunda plássi og í stórum vanda fyri at flyta niður saman við 07 Vestur.

 

 Heini Sólheim Guttesen legði heimaliðið á odda, tá ið 10 minuttir vóru farnir. Uppleggið átti Emil Hansen. Hetta var fyrsta málið yvirhøvur í vaksnamannafótbólti hjá Heina Sólheim Guttesen.

 

Miðskeiðis í fyrra hálvleiki javnaði NSÍ. Málskjútti var Kári Hansen, sum fyri fyrstu ferð í ár var málskjútti í 1. deild. Markus Klein Danielsen átti uppleggið.

 

Miðskeiðis í seinna hálvleiki bríkslaði Rúni Gaardbo fyri brotsspark, sum Markus Hellisdal umsetti til 2-1. Hetta var annað málið hjá Markusi Hellisdal í ár.

 

Tíggju minuttir seinni gjørdi NSÍ sjálvmál, og í seinasta minutti minkaði Jógvan Højgaard um munin til 3-2. Uppleggið átti Beinir Grønagarð. Hetta var fjórða málið hjá Jógvani Højgaard í 1. deild í ár.

 

Hinir fýra dystirnar í 25. umfari vera sambært FSF í morgin:

 

KÍ – ÍF: Áki Leitisstein Hansen kl. 19.30

 

Víkingur – EB/Streymur: Andras Frederiksberg kl. 19.30

 

Skála – B71: Høgni Madsen kl. 18.30

 

07 Vestur – AB: Arthur Højgaard kl. 16.30 – í Sandavági

 

Markus Hellisdal legði við brotssparki B36 framum 2-1