Dánjal var aftur toppskjútti hjá Fram

Bæði Fram og Valur taptu

Dánjal Ragnarsson hevur veruliga fingið eina rimmar byrjan sum leikari hjá Fram í bestu íslendsku hondbóltsdeildini.

 

Fram tapti 29-35 (11-19) fyri Afturelding í Mossfelsbær. Men Dánjal avrikaði væl, og var toppskjútti hjá Fram við átta málum. Afturelding hevur tíverri bæði Svein Olafsson og Hall Árason uttanfyri við skaðum.

 

Fram hevur fýra stig fyri fimm dystir. Afturelding er fremst við 10 stigum fyri fimm dystir.

 

Allan Norðberg og liðfelagarnir í Vali taptu á útivølli greitt 27-37 (17-17) fyri Haukum. Allan var noteraður fyri eitt mál. Bjarni í Selvindi er framvegis uttanfyri aftaná skurðviðgerð.

 

Valur er nummar fimm í deildini við seks stigum.