Charles, kongur - Eg eri skakaður

- Okkara tankar og bønir eru hjá teimum, sum eru rakt í óhugnaliga álopinum, sigur bretski kongurin

Charles, kongur, er bæði skakaður og harmur um álopið, sum fyrrapartin í dag varð framt í Manchester, har tvey fólk eru stungin og dripin.

 

Haraftrat eru fleiri løstað í álopinum, nøkur álvarsliga løstað.

 

Vitnir siga, at ein bilur koyrdi inn í eina mannamúgvu uttan fyri eina synagogu í Heaton Park. Løgreglan hevur skotið ein mann, sum tey halda er brotsmaðurin.

 

Bretski kongurin er skakaður og heldur tað vera serliga harmiligt, at hetta hendir ein slíkan dag hjá jødiska samfelagnum.

 

- Okkara tankar og bønir eru hjá teimum, sum eru rakt í óhugnaliga álopinum, og vit virðismeta høgt skjótu hjálpina hjá neyðhjálparfólki, skrivar kongurin.

 

Álopið hendi, samstundis sum nógvir jødar vóru samlaðir í synagoguni í samband við jom kippur, sum er ein av týdningarmestu halgidøgunum í jødadóminum.

 

##med2##