ES vil styrkja samstarvið við Grønland

- ES fer altíð at stuðla grønlendskum sjálvræði, sigur Ursula von der Leyen

 

 

ES vil tvífalda sín figgjarliga stuðul til Grønland.

 

- Evropa og Grønland fara altíð at vera álítandi partar mótvegis hvørjum øðrum.

 

Tað skrivar ES-nevndarforkvinnan, Ursula von der Leyen, á X, fyrrverandi Twitter, í dag.

 

Hon sigur, at bæði ES og Grønland ynskja, at samstarvið verður styrkt.

 

- Tí hava vit sum mál at tvífalda okkara fíggjarliga stuðul til Grønland, sigur Ursula von der Leyen.

 

Eftir at amerikanski forsetin, Donald Trump, fyrr í ár segði, at hann ynskir at fáa ræðið yvir Grønlandi, segði ES-nevndarforkvinnan, at ES altíð fer at stuðla grønlendskum sjálvræði.

 

Hetta veit tíðindastovan, NTB, at siga í dag.

 

Grønlendski landsstýrisformaðurin, Jens-Frederik Nielsen, sigur, at Grønland ynskir ikki at gerast limur í ES aftur.

 

- Men, vit ynskja eitt sterkari samstarv, sigur landsstýrisformaðurin, sum luttekur á sonevnda EPC-fundinum í Bella Centrinum í Keypmannahavn í dag.

 

Lesið eisini: 

 

Zelenskyj í Keypmannahavnhttps://www.in.fo/news-detail/zelenskyj-verdur-i-keypmannahavn-i-dag