Í 2001 varð kapitalvinningsskattalógin sett í gildi fyri Føroyar, men tað er nakað sum bendir á, at reglurnar vórðu strammaðar og hondhevjaðar í 2015, sum gjørdu tað munandi truplari fíggjarliga fyri smærri fyritøkur og íverksetarafyritøkur at fóta sær, tí nú skuldi renta takast á 35 % av skuldini í øllum føroyskum partafeløgum. Tað er greitt, at tað er munur á partafeløgum, summi eru væl fyri og væl bjálvaði og megna at gjalda rentu av ávísari skuld, men hetta var als galdandi fyri tey smáu vinnurekandi og íverksetarar, sum royna at byggja eitt virksemi upp og royna at fóta sær.
Tey, sum fáast við vinnu vita, at tey fyrstu árini eru trupul fíggjarliga. Tað krevur tíð og orku og ikki minst fíggjarliga orku at fáa eina fyritøku upp at standa. Mong taka sær onga løn út úr felagnum fyri at styrkja felagið, meðan onnur leggja persónligan kapital til fyri at fíggja tól og útgerð við meira. Skattatekniskt merkir hetta, at felagið skyldar eigaranum pening og løn, og sambært reglunum í kapitalvinningsskattalógini merkir hetta, at fyri teir persónar, sum valdu at lata vera við at taka sær løn úr felagnum og leggja persónligan kapital í tól og annað, ístaðin endaðu við at gjalda landinum peningin, 35 % av skuldini. Tað er sjálvsagt munur á feløgum, og stór feløg við 100 mió. í umsetningi ikki hava somu trupulleikar at dragast við sum ein lítil byrjanarfyritøka, sum skal spara hvørja krónu. Tað er ikki rættvíst, at rentuskattur varð lagdur yvir ein kamp á allar fyritøkur í Føroyum, tí hetta gekk serliga út yvir tær smáu fyritøkurnar og íverksetarar. Sum land eiga vit at ganga á odda at styrkja um vinnugrundarlagið og ikki niðurlaga tað og taka allan hugin til íverksetan frá fólki, og tí eigur kapitalvinningsskattalógin at vera broytt soleiðis, at smáar fyritøkur verða undantiknar rentuskattinum í eitt ávist áramál inntil tær hava fótað sær ella at vit í øðrum lagi siga, at fyritøkur, sum hava ein umsetning yvir eitt ávíst mió tal kunnu vera undantikin. Hetta hevði gjørt tað lagaligari og hugaligari hjá íverksetarum og smáum fyritøkum at dríva vinnu.
Annika Olsen, tingkvinna fyri Tjóðveldi