Jacob Vestergaard segði við Kringvarpið í dag, at landstýrið hevði vitað av stóru skerjingunum í tilmælunum frá ICES í ein heilan mánað.
– Tað eri eg sikkur í. Eg havi verið í Fiskimálaráðnum so leingi, at eg veit, at síðst í august eru fundur í ICES, og eina viku inn í september hevur Fiskimálaráðið vitað av hesum tølunum, tí undrar tað meg, at man pyntar fíggjarlógina við øðrum tølum, tá man hevur vitað hetta her, segði Jacob Vestergaard.
Men tað passar als ikki, sum fyrrverandi landsstýrismaðurin segði.
Sambært Havstovuni, so visti eingin um tilmæltu skerjingarnar, fyrr enn klokkan gott 11 týsmorgunin - ein góðan tíma eftir, at fíggjarlógin varð løgd fram, sigur Kringvarpið.
Deildarleiðarin fyri tilfeingi á Havstovuni segði við Kringvarpið, at Føroyar høvdu tilmæli frá ICES klokkan 11:10 týsdagin. Síðani fóru boðini víðari til Fiskimálaráðið.
– Fiskimálaráðið fekk boðini í telduposti seint fyrraparitn týsdagin, sigur hon.
Men við útvaprið segði Jacob Vestergaard, at hann hevur verið so mikið leingi í Fiskimálaráðnum, at hann veit, at landsstýrið eigur at vita tølini fyrr.
Men sambært Eydnu í Homrm er hetta heldur ikki rætt.
– Vit hava hildið okkum til tær mannagongdirnar, sum eru. Og tað er, at tá stovnsmetingarfundurin hjá okkum byrjar, skulu vit øll játta, at vit hava tagnarskyldu um úrslitini, inntil tilmælið er tókt.
Spurd av Kringvarpinum, um tilmælini frá ICES áður eru komin so mikið fyrr, at man hevur kunnað tikið tey við í fíggjarlógina, svarar hon:
– Nei, tey verða kunngjørd 30. september, og soleiðis hevur tað verið í nógv ár, segði Eydna í Homrum, deildarleiðari á Havstovuni í samrøðu við Kringvarpið.