Í samb. við, at býráðið í Klaksvík er farið undir eina nýggja mannagongd, tá tað snýr seg um fráfaringaraldur, vilja vit í Pensjónistafelagnum Hugni koma við einum mótmæli.
Vit mótmæla broyting av reglugerðini, sum Starvsfólkadeildin hjá kommununi hevur lagt fyri býráðið til samtyktar. Har verður týðuliga gjørdur mismunur á fólki, nevniliga ”tey góðu” og undirforstaðið ”tey vánaligu”.
Í dagføringini av reglugerðini, leggur Starvsfólkadeildin hjá kommununi dent á, at ”góð starvsfólk” síggja, hvussu arbeiðið verður leitt og deilt, og at hesi ”góðu starvsfólkini” hvørki hava tíð ella orku at gera dupult arbeiði í longri tíðarskeið, meðan tey síggja, at starvsfelagar (undirforstaðið komandi pensjónistar), ið nærkast fráfaringaraldri, ikki í sama mun klára at fylgja við.
Eldri eru stabil arbeiðsmegi
Eldri fólk, ið framvegis orka og tíma at útinna eitt arbeiði, eru bæði álítandi og stabil arbeiðsmegi.
Sambært dagføringini av reglugerðini er úrslitið, at ikki bara tey ”vánaligu”, sum nærkast fráfaringaraldri, brenna út, men vandi er fyri, at eisini tey ”góðu starvsfólkini” brenna út.
Við øðrum orðum, sæst í broyttu dagføringini, at stórur munur verður gjørdur á starvsfólkum.
Tey verða lutað upp í tveir bólkar: ”Tey góðu” (ungu) starvsfólkini øðrumegin, og undirforstaðið ”tey vánaligu” starvsfólkini hinumegin, sum eru tey, ið nærkast pensjónsaldri.
Strikið galdandi fráfaringaraldur
Fyri 10 árum síðani, í 2015, var fráfaringaraldurin í Klaksvíkar kommunu settur til 70 ár.
Nú hava vit 2025, og átti kommunan heldur at fylgt við flestu av hinum kommununum í landinum og heilt strika higartil galdandi fráfaringaraldur.
Sambært altjóða mannarættindum er ikki loyvt at gera mun á fólki.
Tað verður tað í stóran mun gjørt í hesi dagføring av higartil galdandi reglugerð fyri fráferð úr starvi vegna aldur í Klaksvíkar kommunu.
Tíbetur var dagføringin av reglugerðini fyri fráferð úr starvi ikki samtykt í býráðnum á hesum sinni, men beint aftur í nevnd.
Klaksvík 2. okt. 2025
Maria Olsen,
forkvinna í Pensjónistafelagnum Hugni