Strandferðslan boðar frá, at vána veðurforsøgn helst hevur við sær, at Galaxy avlýsir leygardagin, og ongin sigling verður sostatt um Suðuroyarfjørð.
Tey sum ætla sær at ferðast á leið 7 um Suðuroyarfjørð, nú vikuskifti er, mugu tískil hugsa um at fáa sær ferðaseðil í morgin, fríggjadag.
Strandferðslan skrivar soleiðis á ssl.fo:
Avlýsing á leið 7
Vegna vána veðurforsøgn kann roknast við, at ongin sigling verður á leið 7 leygardagin 4. oktober.